Metstór luttøka á talv-OL

Hesir fara at umboða Føroyar á talv-OL í Budapest um góðar fimm vikur: Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft, John Rødgaard og standandi føroyameistarin Luitjen Akselsson Apol og liðleiðarin Ingolf Gaard.

Ongantíð hava so nógv lond verið umboðað á olympisku talvleikunum sum í ár. Ikki færri enn 193 lið eru við í almennu kappingini, og hjá kvinnunum eru liðini 183 í alt. Føroyar manna bara lið í almennu kappingini.

 

 

 

Sum skilst hevur serstakur talvvenjari verður knýttur at fyrireikngunum hjá føroyska OL-landsliðnum. Venjingarnar fara fram bæði hvør í sínum lagi og saman sum lið.

 

 

 

Føroyar eru styrkismettar nummar 66 av teimum 193 liðunum. Á seinastu olympiaduni hevði føroyska landsliðið ilt við at avrika í samsvar við styrkismetingina. Føroyska manningin stillar upp í hesari røð:

 

 

 

Føroyar

 

1. GM Helgi Dam Ziska 2553

 

2. Høgni Egilstoft Nielsen 2379

 

3. Rógvi Egilstoft 2290

 

4. IM John Rødgaard 2274

 

5. Luitjen A. Apol 2251

 

 

 

USA er styrkismett nummar eitt, tó at Nakamura framvegis ikki er fúsur at telva. Amerikanska liðið er hetta:

 

 

 

USA

 

1. GM Fabiano Caruana 2796

 

2. GM Wesley So 2757

 

3. GM Leinier Dominguez Perez 2748

 

4. GM Levon Aronian 2729

 

6. GM Ray Robson 2700

 

 

 

India er styrkismett nummar tvey og Kina nummar trý. Russland er útihýst. Usbekistan vann óvæntað seinasta talv-OL. Teir eru nú styrkismettar nummar fýra.

 

 

 

Norra er styrkismett nummar seks. Á 1 borði situr heimsins besti telvari - Magnus Carlsen.

 

 

 

45 talvolympisku leikirnir verða í døgunum frá 10 september til 23 september í Budapest í Ungarn.

 

 

 

 

 

 

 

Havnarmenn vunnu ólavsøkudystin

 

 

 

Sum siður er, telvaðu havnarmenn og klaksvíkingar á ólavsøku. Telvað var á tíggju borðum ólavsøkuaftan. Dysturin var javnur og spennandi, men havnarmenn vunnu aftur í ár.

 

 

 

Hetta var fjórði ólavsøkudysturin á Finsen, síðani feløgini tóku táttin upp aftur í 2021. Havnarmenn hava vunnið tríggjar ferðir og klaksvíkingar eina ferð hesi árini.

 

 

 

 

 

Havnin - Klaksvík 6 - 4

 

Helgi Dam Ziska - Ólavur Simonsen ½ - ½

 

Luitjen A. Apol - Eyðun Nolsøe 1 - 0

 

Carl Eli Samuelsen - Finnbjørn Vang 0 - 1

 

Olaf Berg - Ingolf Gaard ½ - ½

 

Sjúrður Thorsteinsson - Haldur S. Johansen 1 - 0

 

Rógvi W. Rasmussen - Heðin Gregersen 0 - 1

 

Hjalti T. Jógvansson - Tummas M. Sólsker 1 - 0

 

Elias Petersen - Janus Skaale 1 - 0

 

Óli Joensen - Rógvi H. Olsen 0 - 1