Michael Koba er føddur í Tórshavn í 1974 og uppvaksin undir Varða í Havn. Hann er sonur Beate L. Samuelsen, ið leingi hevur sitið á býráðnum í Havn fyri Sambandsflokkin. Hann er eisini langabbasonur hjá Andras Samuelsen, ið var við at seta Sambandsflokkin á stovn í 1906.
Michael hevur hotelútbúgving frá L´Ecole de Ferrandi Chambre de Commerce, í París, umframt útbúgving í hotel management frá Hotel & Restaurantskolen í Keypmannahavn. Hann hevur alt lívið arbeitt innan privata geiran og er í dag sjálvstøðugur vinnurekandi.
Spurdur, hví Michael stillar upp, svarar hann:
- Eg stilli upp til løgtingsvalið, tí eg brenni fyri at verja Ríkisfelagsskapin. Hann tryggjar okkum javnbjóðis rættindi í øllum ríkinum. Hann tryggjar okkum eina trygga og fasta árliga inntøku. Eisini tryggjar Ríkisfelagsskapurin okkum at vera partur av einum av heimsins bestu og minst korruptu rættarsamfeløgum.
Víðari greiðir hann frá:
- Hugsjónarliga eri eg sosialliberalur. Tilveran sum sjálvstøðugur vinnurekandi hevur givið mær dirvið at taka neyðugar avgerðir og at taka ábyrgd av teimum. Eg síggi tað fría vinnulívið sum grundarsteinin undir okkara vælferð, men samfelagið skal samstundis vera har fyri tey veikastu - uttan at vit gerast ein sosialstatur.
Sambært Michael, er politikkur er ein spurningur um raðfestingar. Eftir hansara tykki, hevur samfelagið nøkur átrokandi mál, sum mugu loysast her og nú:
- Skattapolitiskt skal tað altíð loysa seg at taka eitt eyka tak. Skattaskipanin skal ikki køva - men hon skal stimbra! Ítøkiliga skal skattaskipanin gera tað meiri lokkandi at taka eitt eyka tak innan eitt nú heilsu- og røktarøkið og dagstovnaøkið.
- Smábarnafamiljan er hornasteinurin í samfelagnum, og skal hon tí hava hægstu raðfesting til tess at fáa endarnar at røkka saman. Tí hevur tað allarhægstu raðfesting nú, at vit taka nøkur ítøkilig stig, so sum at tillaga - ella fyribils avtaka - avgjøld sum tyngja húsarhaldið og hækka barnafrádráttin við 2000 krónum.
Harumframt eru nakrir skeivleikar í samfelagnum, ið mugu rættast:
- Pensjónistar skulu kunna arbeiða uttan at verða mótroknaðir í arbeiðsinntøkuni.
- Fólk í tillagaðum starvi skulu kunna halda áfram í skipanini, eftir at tey hava rokkið pensjónsaldur.
- Arbeiðsleys skulu kunna átaka sær parttíðararbeiði uttan at verða tveitt úr arbeiðsloysisskipanini. Tað skal altíð kann loysa seg at átaka sær eitt starv, har tímarnir so verða mótroknaðir í útgjaldinum frá ALS.
- Ríkisfelagsskapurin skal verjast og mennast.