Miðflokkurin stillar upp í Havn og í Klaksvík

Tað verður eitt sindur størri kapping um býráðssessirnar í Havn og í Klaksvík hesaferð

Hann hevur ikki stillaðu upp til býráðval í Havn síðani 2012. Miðflokkurin, sum kom á ting á fyrsta sinni í 1994, stillaði á fyrsta sinni upp til býráðsval í Havn í 1996. Tað gjørdi hann eisini í 2000, í 2004, 2008 ogí 2012, tó uttan at fáa umboð valt í býráðið.

 

Tá hevur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, havt sæti í býráðnum í Havn. Hann kom í býráðið sum varamaður fyri Petur í Gong á uttanflokkalistanum, sum legði frá sær sum býráðslimur 24. mars í 1993. Jenis av Rana hevði sæti til býráðsvalið í 1996, tá hann stillaði upp fyri Miðflokkin, tó uttan at verða valdur

 

Men nú ætlar flokkur fyri fyrstu ferð í 12 ár at stilla upp til býráðsvalið bæði í Havn og í Klaksvík.

 

Greitt er ikki enn, um Sjálvstýri stillar upp í Havn. Flokkurin stillaði upp seinast, men fekk 96 atkvøður, sum er 0,7 prosent. Ein listi skal helst hava yvir 1.000 atkvøður fyri at vinna sær sæti í Tórshavnar býráð.