Milia er okkara valevni

Vit eru sera errin av at avdúka, at okkara egna Milia Egilsnes Anda verður á valevnislistanum hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvalið í Desembur.

 

Milia býr í skúlaheiminum Finsen, til dagligt er hon sølulærlingur hjá Føroya Bjór og hevur, síðan hon var 14 ára gomul, arbeitt í tænastuvinnuni. Seinastu árini hevur Milia verið sera virkin í lokalfelagnum hjá Sosialistisk Ung í Havn, SU Mið, har hon var forkvinna. Umframt tað, er Milia eisini forkvinna í áhugafelagnum Búgva Ung, sum arbeiðir fyri at betra um bústaðarviðurskiftini hjá ungum í Føroyum. Milia er síðan eisini næstforkvinna í FNU, sum er ein náttúraverndar felagsskapur, sum hevur til endamáls at hjálpa føroysku náttúruni. Eisini arbeiðir hon fyri mannarættindum í Amnesty International Føroyar, har hon hevur verið nevndarlimur.

 

Grundleggjadi er Milia ein, sum stríðist móti órættvísi. Hon strembar eftir at verða røddin hjá teimum, ið ikki hava tak yvir høvdið. Teimum sum ikki verða hoyrd og hevur ongantíð verið bangin at rópa hart og gera tað sum skal til fyri rættvísi. Soleiðis verður eisini í Løgtinginum:

 

- Eg ynski at stillla upp til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin, tí at bústaðarviðurskiftini í Føroyum eru als ikki nøktandi.

 

Vit mangla lestrarbústaðir, ungdómsbústaðir, og bústaðir til støk og familjur, og eldraíbúðir til 60+, sambýlir og lutaíbúðir.

 

Útboðið av bústøðum í Føroyum er alt ov lágt, og tí er prísurin alt ov høgur. Tað skal verða lættari at fáa bústað í Føroyum, og tað hevur Løgtingið eisini heimild til at gera.

 

- Lata vit standa til, fáa vit einar Føroyar har bara tey ið eru peningaliga nóg væl fyri at keypa sær eini hús ella íbúð fyri fleiri milliónir kunnu búgva. Tað styrkir ikki um samanhangsmegina í samfelagnum. Vit skulu búgva lið um lið, hvørt vit eru gomul ella ung, stór ella lítil, rík ella verri fyri peningaliga. Føroyar skulu vera fyri øll.

X við Miliu Egilsnes Anda