Minningarorð um Sørin og Vidu Højgaard

Sørin Djurhuus Højgaard

 

27. februar 1944 til 25. juni 2019

 

 

 

Vida Anna Helena Akselsdóttir á Bøgarði Højgaard

 

1. mai 1945 til 18. Juli 2019

 

 

 

Eg havi ikki tal á, hvussu ofta eg havi roynt at skriva hesi minningarorð. Tað eru nú næstan trý ár síðani foreldrini bæði fóru og tómrúmið er enn sum høgt í stein. Við hesum orðum lýsi eg frið yvir minnið um míni elskaðu foreldur, Sørin og Vidu Højgaard.

 

Summarið 2019 var svárt! Í juni mánaði fór babba heim. Í juli, 23 dagar seinni, fór mamma aftaná honum. Hetta var teimum so líkt. Tey vóru altíð saman. Saman í livi og eisini í deyða, skuldi tað vísa seg. Babba var 75 ár, og aldurin var farin at merkjast á honum. Serliga eftir ta triðju heilabløðingina sum rakti hann í 2017. Men hann var frammi hvønn dag og skemtingarsamur sum fyrr. Mamma var um hann, og royndi at fáa hann at eta sunt og røra seg eitt sindur. Hon var tann fríska, og hevði nógv upp á hjarta og hópin av ætlanum, sum vant. Men tíðliga í 2019 komu boðini um ein ófrættaskugga í hennara likami. Hon var sterk og djørv, kanska tí hon mátti. Babba hevði brúk fyri henni.

 

Nú eg hyggi aftur, kom várið 2019 aldrin til sín rætt. Systir kom heim at stuðla mammu og babba, sum bæði vóru bæði merkt á hvør sín hátt, men eg hugsaði ikki um álvarsemi í støðuni tá. Kanska tankin, um at missa síni kæru, er so óhugsandi, at hann ikki reiðiliga rúmast í tilvitskuni fyrrenn aftaná. Týsdagur 25. juni kom kolasvartur. Mamma fekk endaliga úrslitið av læknakanningini. Tað var deyðadómur, og talan var hvørki um ár ella mánaðir. Eg síggi hana fyri mær, gangandi úr læknaviðtaluhølinum, so ronk og avklárað, og ivist ikki eina løtu í, at Harrin gav henni ta styrki henni tørvaði hendan feigdardag, sum ikki var liðugur við hana enn. Fáar tímar seinni var hon einkja.

 

Mamma, eg sjálv og eldri beiggin sótu við sjúkraleguna hjá babba, tá hann stillisliga sovnaði inn. Tá skilti eg, at deyðin eisini kann vera vakur. Vit grótu saman. So torskilt at babba tað einu løtuna kundi vera har, og so brádliga vera farin fyri alla tíð. Tað kendist sum verjan um mítt góðtrúna hjarta splintraðist, tá eg fataði at eisini míni foreldur kunnu doyggja. Babba hevði tosað nógv um himmalin hesa seinastu ferð, hann var innlagdur, og sýntist hava ein varhuga av hvørja leið tað bar, væl áðrenn vit onnur megnaðu at viðurkenna tað.

 

Sjúkan hjá mammu tók dyk á seg tá babba var farin. Tveir dagar seinni varð hon innløgd við sterkari pínu, og vit skiftust um at vera hjá henni. Familja og vinir vistu hvussu stóð til, og vóru heilt ómetaliga hjálpsom í samband við jarðarferðina hja babba. Mamma var ov sjúk til at fylgja babba til gravar, men vit pyntaðu hana á sjúkrahúsinum, og hon fekk eyka linnandi heilivág, so hon kláraði at koma niður í kapelli, at síggja babba eina seinastu ferð.

 

“Eg veit ikki hvussu tað er at vera einkja, tí eg havi ikki verið heima enn.” segði mamma nakrar dagar aftaná at babba var jarðaður. Hetta bleiv hon spard fyri, tí hon kom ongantíð heim aftur. Tann 18. juli orkaði likamið ikki meira, og hon fór stillisliga, meðan eg og eldri beiggin sótu hjá henni. Mamma gjørdist 74 ár.

 

At missa og at syrgja síni foreldur er ein náttúrligur partur av tí, at vera menniskja, og í øllum hesum eri eg so sera takksom fyri, at eg kundi vera hjá teimum teirra seinastu lívsløtur. Eg eri rørd og takksom fyri ta hjálp og umsorgan vit upplivdi hesa tíðina frá kaldbaksfólki, vinum og familju, og fyri tað umsorgan, sum starvsfólk á hvíldarheiminum og landssjúkrahúsinum vísti mammu og babba, og eisini okkum avvarandi. Tað fari eg aldrin at gloyma. Eg kundi fortalt so nógv um míni foreldur, men við hesum fáu orðum ynski eg at virða tey, og vísa á, at tey vóru her, at tey eru farin og at tey eru sárliga saknaði av mongum.

 

Yrkingina niðanfyri skrivaði eg tíðliga um summarið 2020, eina av teimum tyngru løtunum í heiminum hjá mammu og babba Innan Glyvur.

 

 

 

Einki kaffi útiá

Einki meir at siga frá

Eingin látur eingi tár

Eingin tónleikur í ár

 

 

 

Kalendarin er frá í fjør

Í blómugarði arvi grør

Munnu vælast hjartaskør?

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Í køkinum er tíðin fryst

Kvirran tók sær innivist

Meitlað, djúpt í mergin rist

Míni kæru havi mist

 

 

 

 

 

 

 

Kalendarin er frá í fjør

Í blómugarði arvi grør

Munnu vælast hjartaskør?

 

 

 

 

 

 

 

Æra veri minnið um mammu og babba.

 

Gudny