Í minsta lagi 53 fólk hava latið lív, eftir at ein harður jarðskjálvti rakti næststørsta býin í Tibet, Shigatse, týskvøldið.
Tað upplýsir almenna kinesiska tíðindastovan Xinhua í morgun.
- 53 fólk hava latið lív og 62 fólk hava fingið skaða, eftir at ein jarðskjálvti uppá 6,8 rakti býin Shigatse í Dingri-distriktinum í Tibet, skrivar Xinhua.
Fyrr í nátt skrivaði Xinhua, at "nógvir bygningar" vóru rapaðir orsakað av jarðskjálvtanum.
Jarðskjálvtin hendi klokkan 1:05 í nátt okkara tíð og hevði eina metta styrki til 6,8. Jarðskjálvtin varð skrásettur á 10 kilometra dýpi, upplýsir jarðskjálvtamiðstøðin í Kina (CENC).
Panchen Lama, ein av týdningarmestu persónunum í tibetanskari buddismu, sigst búgva í Shigatse. Andaligi myndugleikin hjá Panchen Lama er í metum bert aftan fyri Dalai Lama.
Sambært tíðindastovuni Reuters vísir eitt videobrot, at handilsbygningar eru rapaðir, og at húsaleivdir liggja á vegunum í býnum Lhatse.
Tíðindastovan hevur staðfest, at videobrotið varð tikið upp í býnum, men hevur ikki kunnað staðfest, nær videobrotið varð tikið upp.
Ristingarnar merktust í høvuðsstaðnum í Nepal, Kathmandu, sum liggur umleið 400 kilometrar frá Shigatse. Tey fingu íbúgvar í býnum at fara úr húsum sínum.
Jarðskjálvtin merktist eisini í norðurindiska statinum Bihar, sum hevur mark til Nepal. Skjálvtarnir fingu íbúgvarnar at flýggja úr húsum og íbúðum sínum fyri at leita sær opin øki.
Higartil er einki frætt um deyð ella um fólkaskaði í India, siga embætisfólk úr landinum.
Jarðskjálvtar við styrki umleið 7 verða roknaðir sum stórir jarðskjálvtar, sum bæði kunnu kosta mannalív og elva til stórar oyðileggingar.
Útsynningsparturin av Kina verður ofta raktur av jarðskjálvtum. Í 2008 doyðu næstan 70.000 fólk av einum risastórum jarðskjálvta í Sichuan-landslutinum.
Sambært almennu kinesisku sjónvarpsstøðini CCTV hava verið 29 jarðskjálvtar við styrki 3 ella hægri innan fyri ein radius á 200 kilometrar frá jarðskjálvtanum í nátt nærhendis Shigatse seinastu fimm árini.
Ritzau/Reuters
##med2##
##med3##
##med4##