Nógv verður snakkað um, at hægsta útgjald úr barsilskipanini er ov lágt. Minni verður tó snakkað um tann stóra hóp, sum fær langt undir 25.000 kr. í útgjaldi um mánaðin.
Veruleikin er tann, at gerandisvørur kosta tað sama hjá øllum í hesum landinum. Tí má virkast fyri, at man hevur eitt minstamark, so ongin skal ganga heima við nýføðingi uttan at fáa eitt minstagjald.
Eitt minstamark vildi verið pengar væl givnir út, tí landið hevur brúk fyri so nógvum nýggjum føroyingum sum møguligt.
Henrik Old,
valevni fyri Javnaðarflokkin