Miskild fólkaatkvøða og etikkur

LATIÐ FÓLKIÐ RÁÐA Í FØROYUM – ANNAÐ ER POLITISKT ÁBYRGDARLOYSI

 

Vit skulu hava beinleiðis fólkaræði, tá umræður etisk málEisini vilja vit hava veruligan politikk framdan í løgtinginum.

 

Orsøkin til, at vit hava eitt løgting, er ikki tí, at henda stýrisskipanin er fullkomin. Nei, okkara fólkaræði er á tremur við trupulleikum og skeivleikum, men vit hava ongan betri møguleika – hetta er hitt besta boðið upp á, hvussu vit fremja fólksins vilja í verki.

 

Endmálið við okkara stýriskipan er, at fáa fólkaræðið so nærlagt borgarinum tilber. Fólksins ræði er ein galdandi meginregla, og tí tykist tað ófrættakent, at politikkarir í øðrum flokkum ikki vilja vita av fólkaatkvøðu um etisk mál.

 

Vit mugu hava álit á, at fólkið kann avgreiða etisk mál, og vit mugu geva fólkinum ta ábyrgd, sum vit vita, at fólkið fullvæl kann umsita. Sjálvstýrisflokkurin ivast onga løtu í, at fólkið sjálvi megna at avgreiða etisk mál umvegis fólkaatkvøðu.

 

Etisk mál kunnu órógva politiskt arbeiði, og eisini hava vit sæð dømi um, at etisk mál kunnu sindra samgongur og málsviðgerð av tungum politiskum málum.

 

Flokkarnir, sum eru móti fólkaatkvøðu, mugu hugsa um politisku ábyrgdina teir hava, tá umræður verulig og drúgv politisk mál – eittnú mál, ið viðkoma landsins fíggjarstýring ella annað slíkt lógarsmíð.

 

 

 

Hvat er etikkur?


Orðið, etikkur, kemst upprunaliga av griska orðinum, “etos”.

 

Etikkina hava vit umrøtt síðani syndafallið í Bíbliuni, og eisini hava viðgitnir heimspekingar vovið moralsk silkiklæði úr etisku málsviðgerðini – millum annað Sokrates, Platon, Aristotles og Markus Aurelius.

 

Etikkur eru reglur, sum í okkum sjálvum greiða frá, hvat er rætt ella rangt. Etikkur kann verða felags moralur, har flest eru samd um eitthvørt. Tað kann verða sum heild, ella í einstøkum lutum. Hetta kunnu vit meta um sum einstakt menniskja ella fjøld.

 

Tað, sum vit halda er fólkaskikkur, rættur framferðarháttur og góður siður, er etiskt rætt. Etikkur kann eisini verða, hvat vit halda eru góð og gagnlig mál í lívinum ella í ávísari støðu – hetta er sambært okkum sjálvi góður etikkur.

 

Roykjarir á almennum arbeiðsplássum og deyðshjálp eru dømi um etiskar tvístøður, sum kunnu koma.

 

 

 

Gevið fólkinum álit!

 

Hví skulu politikkarir, 17 av 33, ráða fyri, hvat vit, fjøldin, halda er rætt og rangt?

 

Hví skulu 17 fólk, sum hvør hevur 1000 hugsanir um 1000 ymisk mál, ráða fyri, hvat vit fara at halda verða rætt um trý ár, tá heimssamfelagið og okkara egna samfelag hevur flutt seg fleiri fjórðingar við kós inn í framtíðina?

 

Vita løgtingsfólkini í dag, hvat vit fara at halda um eitthvørt etiskt mál um trý ár?


Um eg velji Rutt Vang (Framsókn) í dag – sum sigur seg verða ímóti, at 55.000 fólk sleppa at ráða umvegis beinleiðis fólkaræði – veit hon so at siga, hvat vit, fjøldin, fer at halda um roykibann á almennum arbeiðsplássum í 2025? Hvussu við deyðshjálp?

 

Dugir Rutt Vang at skyna á, hvat allir hennara veljarar, 265 fólk, halda um øll etisk mál um trý ár? Veit hon, hvat veljararnir hjá hinum 16 samgongulimunum frara at halda?

 

Nei, Rutt, tað er ikki politisk ábyrgd, men politiskt skilaloysi og avlagan av politiskum skynsemi og fólksins vilja.

 

Politiskt ábyrgd er at hugsa seg um, tí vit skulu hugsa okkum til eitt betri samfelag, og tað betra samfelagið er tryggjað umvegis fólkaatkvøðu um etisk mál.

 

 

 

Vit mugu skilja fólkaatkvøðu um etisk mál og løgtingsval frá hvørjum øðrum, tí hetta er hvør sítt

 

Nú vit fara á val, eru tað helst mangir føroyingar, sum seta sín kross við eitt valevni vegna sjónarmið valevnis til eitt ella tvey etiskt mál.

 

Veljarin kann nú velja ímillum skilagóðan og haldførispolitikk, ella okkurt etiskt mál, sum enn trætnaður er um. Sjálvandi kann samanhangur verða millum skilagóðan politikk og eitt etiskt mál, men tað er vandi fyri, at veljarar velja vegna etiska sannføring – ikki vegna landsins trygdar- og fíggjarpolitikk.

 


Samgonga í tvíningar

 

Síðsta samgonga, har 2 tingfólk ráddu fyri borgum og etikkini, sum slóðaði fyri liviháttinum hjá 55.000 føroyingar, fór til endans í tvíningar – er tað góður og skynsamur politikkur?

 

Tað endaði við, at etiska málið um sammøður sindraði samgonguna – eitt mál, sum heilt vist kundi verið avgreitt umvegis fólkaatkvøðu og ongum politiskum ruðuleika, sum ofta vendur politiska landslagið á høvdið.

 


Um eitthvørt óvæntað etiskt mál stingur seg upp, sum ketta úr høvdatrog, standa politikkarir helst aftur sum ryssa yvir deyðum fili. Soleiðis hevur leingið verið, og um ikki vit hugsa okkum úr støðuni og royna nakað nýtt og skilagott, verður hetta framhaldandi óbroytt.

 

Onnur lond, millum annað Sveis, hava roynt fólkaatkvøðuna; og hon roynist væl.

 

 

 

Avgerandi fíggjarpolitikkur og politikkarans ábyrgd

 

Etisk mál ávirka ikki landsins fíggjarpolitikk, og landsins fíggjarpolitikkur EIGUR og SKAL verða politikkarans ábyrgd. Hendan ábyrgdin er neyðug, tí fara vit, fjøldin, til fólkaatkvøðu og atkvøða ja til alt ov nógv fíggjarlig tung mál, kann landskassi og alt annað fella í órøkt.

 

Fíggjarpolitikkur skal verða skipaður og í samsvari við landskassans gjaldføri/fíggjarorku.

 

 

 

Etisk mál, ið eru tengd at fíggjarstýring landsins

 

Vit øll skulu ráða, tá tað ber til, men tá umræður landsins fíggjarstýring, skulu politikkarir gera av, hvat verður. Fíggjarpolitikkur er løgtingsins fremsta uppgáva. Um vit stinga út í kortið, at øll politisk mál skulu leggjast til fólkaatkvøðu, fór fíggarstýringin í landinum skjótt í sorl, og tað sama við haldføri landskassans.

 

Eittnú er kríggi í Ukraina dømi um, at nú mugu politikkarir taka álvarsamar avgerðir. Tað skulu takast fíggjarlig atlit, og slíkt mál hevur beinleiðis ávirkan á landskassan.

 

 

 

1/3 av løgtinginum og borgarauppskot

 

Um 11 løgtingsfólk vilja leggja etiskt mál til fólkaatkvøðu, skal hetta fáast til fólkaatkvøðu.

 

Borgarar skulu kunna savna inn undirskriftir um etiskt mál, sum skuldi til fólkaatkvøðu. Eitt hugsa tal av undirskriftum kundi verið 2.500 undirskriftir, ella 5.000?

 

Vit mugu tó leggja lunnar undir, at slíkar fólkaatkvøður ikki órógva tingarbeiði ov nógv. Um órógv kann standast av fólkaatkvøðu, kann hugsast, at andstøður gera sær dælt av fólkaatkvøðum sum skeiklandi órógvanaramboð í sínum politiska stríði móti samgongu.

 

Uttan at hava endaligt boð um, hvussu fólkaatkvøðan skal tilrættisleggjast og kjølfestast, kann tað hugsast, at fólkaatkvøða skal haldast einaferð árliga; um nakað mál verður umbiðið til fólkaatkvøðu Eisini skal fólkaatkvøðan ávirka tingarbeiði sum minst – sí niðasta tekstabrotið.

 

 

 

Tíðaravmarkað enduratkvøða fyri samtykt mál

 

Etisk mál, sum verða samtykt, skulu ikki koma fyri á fólkaatkvøðu fyrr enn í minsta lagi tvey ár eftir samtykt. Hetta fyri at tryggja, at sama etiska málið ikki verður lagt til fólkaatkvøðu hvørt ár.

 

Mál til fólkaatkvøðu skulu verða fyrireikað í minsta lagi 6 mánaðir, áðfrenn atkvøðast skal. Hetta fyri at forða, at mál, sum orsaka av framviðfarandi ráki, skulu skundast ígjøgnum umvegis fólkaatkvøðu.

 

Upplýsingar- og fyrireikingargrundarlagið skal verða í lagi, tí er tað skilagott, at 6 mánaðir líða, áðrenn málið kann samtykjast. Hetta gevur flokkunum og løgtingsfólkum møguleika til at viðgerða og lýsa málið fyri fjøldini.

 

 

 

Etiska ráðið til handa í fyrireikingararbeiðinum?

 

EIsini kunnu politiskt óheftar nevndir setast at gera grundleggjandi kanningar av málinum – kanska kundi Etiska Ráðið fyriskipað slíkt fyrireikingararbeiði?

 

 

 

Við sjálvstýriskvøðum

 

Andrias Jacobsen – valevni fyri Sjálvstýrisflokkin