Mjølnir var mætari enn Fleyr

Fyrra FM-finalan: Mjølnir vann í gjárkvøldið tryggan 3-0 sigur á Fleyr í fyrru FM-finaluni í Føroya Tele-deildini við monnum.

Mjølnir - Fleyr 3-0 (25-19, 25-20, 25-16)

 

Mjølnir vann í gjárkvøldið tryggan 3-0 sigur á Fleyr í fyrru FM-finaluni í Føroya Tele-deildini við monnum.  Eitt sindur av spenningi var í fyrsta setti, menn annars var Mjølnir nógv mætari á øllum økjum.

 

Liðini fylgdust til 18-18 í fyrsta setti, tá Mjølnir sleit seg leyst. Ein avgerandi støða var, tá Mjølnir við “pannukøkubjarging” at enda vann, at síggja til, vónleysa bóltin og gjørdi tað til 21-18, ístaðin fyri at Fleyr minkaði um munin til 20-19. Við blokki gjørdi Jóhan Arni Elisson Wang tað til 25-19.

 

Jóhan Arni var eisini øgiligur í blokkinum saman við hinum í øðrum setti, og tá Cristian Imhoff úr kroystum støðum kortini fekk langað bóltarnar í gólvið hjá Fleyr, so tóktist havnarliðið ikki at hava nakað aftursvar.  Mjølnir hevði 8 dystarbóltar í triðja setti; Thorvald Danielsen gjørdi sær dælt av tí fyrsta við einum serviessi oman í krókin.

 

Seinna FM-finalan verður í høllini á Hálsi leygardagin 29. apríl klokkan 17. Vinnur Mjølnir, so er Mjølnir føroyameistari. Vinnur Fleyr - sama hvat settmunurin er - so verður føroyameistaraheitið avgjørt við einum gullsetti upp í 15.

 

Klokkan 13  - sama dag og sama stað – spæla kvinnurnar hjá SÍ og Fleyr sína seinnu FM-finalu. SÍ vann ta fyrru í mikukvøldið, og tað merkir, at vinnur SÍ aftur leygardagin, so eru sørvingar føroyameistarar. Vinnur Fleyr  - sama hvat settmunurin er - so verður føroyameistaraheitið avgjørt við einum gullsetti upp í 15.