Mugu nýhugsa heilsuverkið

Vit eiga at nýhugsa okkara heilsuverk. Tørvurin á viðgerðum í Sjúkrahúsverkinum er vaksandi, eins og viðgerðarmøguleikarnir. Tí er neyðugt, at vit flyta meira av viðgerð og røkt av sjúkrahúsinum og út til tann partin av heilsuverkinum, sum liggur nær brúkaranum, - kommunulæknar, heimasjúkrarøkt, heimahjálp, tænastur frá Almannaverkinum, røktarheimini, sambýlini og aðrar tænastur, sum verða veittar borgarunum. Tað er eisini altavgerandi, at hesar tænasturnar, sum eru nær borgarunum, eru samanhangandi og samstarva væl, so fólk fáa hjálpina, tá teimum tørva hana.

 

Vit eiga at fara at uppfata “heilsuverkið”, sum samansett av einum “sjúkrahúsverkið” og so einum “nærverkið”, har hetta seinasta umfatar allar tær tænasturnar, sum eru “nær” borgaranum. Hesar eiga at verða samskipaðar á ein heilt annan hátt enn tær eru í dag. Tað má gerast eitt meira greitt ábyrgdarbýti millum tær ymisku skipanirnar fyri at tryggja at fólk ikki “detta niður ímillum”, tí ymiskir myndugleikar hava ábyrgdina. Vit mugu tora at gera tingini á ein annan hátt enn í dag og læra av royndum í grannalondum okkara, sum eisini hava somu avbjóðingar sum vit. Men ikki “kopiera” loysnir, men taka útgangsstøði í teimum serligu avbjóðingunum, sum lítla samfelagið hjá okkum setir.

 

Vit mugu seta okkum yvirskipað mál fyri nærverkstænasturnar, sum kunnu tryggja, at tænastustøðið og fakliga støðið er tað sama um alt landið.

 

Tað er neyðugt at farið verður undir hetta beinanvegin – avbjóðingarnar eru stórar.

 

Tí er umráðandi at tú setir krossin á rætta stað á valinum 8. desember.

 

 

 

Margit Stórá, - á lista C