Myndir: Niðurskotin ukrainsk drona drap kvinnu nærhendis Moskva

Russiska loftverjan mátti skjóta dronur niður í nátt. Tað hevur kostað kvinnu lívið.

Ein niðurskotin drona datt í gjárkvøldið niður í ein íbúðarbygning beint uttan fyri Moskva. - Mynd: Maxim Shemetov

Ein kvinna doyði í gjárkvøldið, eftir at ein niðurskotin drona rakti ein íbúðarbygning í Ramenskoye, sum er ein lítil býur uttan fyri russiska høvuðsstaðin, Moskva.

Tað sigur Andrei Vorobyov, sum er guvernørur í Moskva-økinum á boðtænastuni Telegram, sambært Reuters.

Aldurin á kvinnuni er ikki upplýstur.

Samstundis verður sagt, at ein annar persónur hevur fingið skaða.

Vorobjov lýsti skrivaði á Telegram, at íbúðarbygningurin varð raktur av dronuni og at eldur var á 11. og 12. hædd.

Tað ljóðaði beint eftir, at eitt níggju ára gamalt barn doyði. Tað er tó seinni rættað til, at talan er um kvinnu.

- Sløkkiliðsfólk sløkkja eldin. Sjúkrabilur og læknabilur eru til staðar nærhendis bygninginum, skrivar Vorobjov.

Ramenskoje varð rakt sum liður í einum størri dronuálop, sum Russland mátti avbyrgja í gjárkvøldið.

Borgarstjórin í Moskva, Sergej Shobyanin, hevur sagt, at loftverjan í økinum skeyt niður tilsamans 12 dronur í nátt.

Fleiri staðni hevur hetta havt við sær materiellan skaða, har dronurnar eru dotnar niður.##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

Í økinum Bryansk sigur Aleksandr Bogomaz, guvernørur, sambært tíðindastovuni AFP á Telegram, at 59 dronur eru skotnar niður.

Bryansk hevur mark við Ukraina í suðri og er eitt av økjunum, har ukrainskar herdeildir eru farnar yvir um markið fyri at royna at taka russiskar støðir.

Í Moskva eru ongar fráboðanir um, at nakar hevur fingið skaða, men dronuálopið hevur sett síni spor í undirstøðukervið í býnum.

 

##med6##

##med7##

##med8##

Á altjóða flogvøllinum í Domodedovo mátti ein stórur partur av flogferðsluni steðgast, tá dronuvirksemi varð uppdagað í loftrúminum. Flogvøllurin liggur umleið 50 kilometrar sunnan fyri Moskva.

Fyrst í august fór Ukraina undir eitt umfatandi álop á russiskt øki. Landið hevur sjálvt sagt, at hetta verður gjørt fyri at skapa eina "bufferzonu" millum russiskar hernaðarstøðir og ukrainskt øki.

 

/Ritzau/

 

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

 

 

Ein niðurskotin drona datt í gjárkvøldið niður í ein íbúðarbygning beint uttan fyri Moskva. - Mynd: Maxim Shemetov