Mánadagin fer Suðuroyar Sjúkrahús at bjóða dialysuviðgerð. Tilgongdin hevur verið sera drúgv, men nú gleðist oyggin, og tað sást á øllum brøgdum á almennu móttøkuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi í dag.
Fólk komu úr øllum heraðshornum í Suðuroynni, men eisini úr øllum landinum, at fagna frambrotinum.
Høvi var at síggja tólini og hølini, ið fara at verða brúkt til viðgerðina.
Hanus Toftheyggj, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, beyð vælkomin, Margit Stórá, heilsumálaráðharri, bar fram røðu, og stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevði eina heilsan og læt eina gávu.
(Myndir: Danial Viðoy)
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##