Næsta ár verður tað fótbóltur sunnudag í Hólmanum

B36 tók ikki av, tá ið møguleiki var við Margáir at fáa størri spenning í um fjórða plássið

Síðsta bríksl hevur verið við Margáir, har EB/Streymur í kvøld hevði vitjan av B36. Máltalvan vísir 1-0. Úrslitið ber við sær, at EB/Streymur hevur vunnið seg upp á 25 stig. B68 er á níggjunda plássi við 18 stigum, og tað vil siga, at tað ikki ber til hjá EB/Streymi at flyta niður. EB/Streymur er á sjeynda plássi, og tað skal vilja heilt illa til, um tað ikki eisini verður endastøðan.

 

Í tveimum teimum síðstu umførunum fer EB/Streymur at spæla á útivølli ímóti B68 og á heimavølli ímóti HB. Tað er vorðið sum endaspurtur, sum EB/Streymur hevur havt. Liðið hevur vunnið fimm av átta teimum seinastu dystunum. Tað er høvuðsorsøkin til, at tað nú er greitt, at í 2025 verður tað fótbóltur í bestu deildini í Hólmanum á Eiði. EB/Streymur spælir annaðhvørt ár heimadystirnar við Margáir í Streymnesi og í Hólmanum á Eiði.

 

Einasta málið skoraði EB/Streymur fýra minuttir undan steðginum Boubacar Dabo fangaði bóltin, tá ið roynt varð at leggja aftur til B36 málverjan, og so var Dabo tryggur, tá ið hann fyri sættu ferð í ár var málskjútti.

 

Eftir steðgin var tað B36, sum var mest á bóltinum. Heimamenninir vóru mest í verjustøðu, og B36 royndi og royndi at spæla seg fram til møguleikar. Tað vóru nógvar støður í og kring heimabrotsteigin, og í fýra førum var talan um góðar mámlmøguleikar. Tann besti var tað, tá ið Andrass Johansen við handara stólpa og úr eitt sindur spískum tveitti seg fram og stútaði eftir framlegging úr høgru. Men bólturin brast í handara stólpan, og harvið varð tað staðfest, at hetta var ikki dagurin hjá B36.

 

Sum so ofta fyrr í ár so var tað stórt mistak í verjuni, sum kostaði sigurin, og tapið ber við sær, at B36 framvegis er fýra stig aftanfyri NSÍ, sum er á fjórða plássi.