Nato leitar eftir nýggjum aðalskrivara

Hin 4. apríl næsta ár verður Nato 75 ár, og fleiri miðlar vísa á, at hetta hevði verið ein hóskandi dagur til leiðaraskifti.

Jens Stoltenberg er nú við at gerast tann Nato-leiðari, sum hevur sitið longst síðan Joseph Luns.

Nato-londini leita framvegis eftir einum persóni, ið skal taka um endan sum Nato-aðalskrivari fyri Jens Stoltenberg, tá hann leggur frá sær.

 

Ein kelda í Nato sigur við tíðindastovuna, NTB, at tað ikki er heilt óhugsandi, at norðmaðurin kanska vil sita í heita stólinum eitt vet útyvir ætlaðu tíðina.

 

Men, Jens Stoltenberg hevur fleiri ferðir gjørt greitt, at hann ynskir ikki at taka eitt skeið aftrat sum aðalskrivari í verjusamgonguni.

 

So seint sum í hesi vikuni segði hann, at hann ikki hevur aðrar ætlanir enn at gevast til heystar.

Keldan, sum NTB sipar til, sigur, at verður talan um leingjan, verður hetta í mesta lagi um mánaðir ella eitt hálvt ár.

 

Hin 4. apríl í 2024 verður Nato 75 ár, og fleiri miðlar hava víst á, at dagurin skal haldast við einum toppfundi í amerikanska høvuðsstaðnum, Washington.

 

Samstundis hevur verið víst á, at hetta hevði verið ein hóskandi dagur til leiðaraskifti í verjusamgonguni.

 

Í fjør segði Jens Stoltenberg frá sær starvið sum miðbankastjóri í Noregi og valdi eftir áheitan at halda fram sum Nato-aðalskrivari eitt ár aftrat.

 

Hann hevur áður í samrøðu við tíðindastovuna NTB sagt, at tað ikki er aktuelt at halda fram, tá tíðin hjá honum í Nato er av.

 

- Nei, tá skal eg aftur til Noregs, segði hann í januar í ár.

 

Jens Stoltenberg tók við starvinum sum Nato-aðalskrivari í 2014. Tvær ferðir er tíðarskeiðið hjá honum longt.

 

Norðmaðurin er nú við at gerast tann Nato-leiðari, sum hevur sitið longst í hesum starvi síðan Joseph Luns, sum var aðalskrivari í 12 ár - árini 1971 til 1984.

 

 

 

Jens Stoltenberg er nú við at gerast tann Nato-leiðari, sum hevur sitið longst síðan Joseph Luns.