Nei, vit reka ongar næmingar á dyr

Annika Olsen skrivar í almennari grein, at Tórshavnar kommuna er í holt við at reka næmingarnar á Fróðskaparsetrinum á dyr.

Tað er brádliga fallið Anniku Olsen fyri bróstið, at kommunan hevur sagt leigusáttmálan við Fróðskaparsetrið um høli í Sjóvinnuhúsinum upp.

 

Og hetta sigur hon nú at vera orsøk til, at kommunan rekur øll tey lesandi út á gøtuna.

 

Hetta er tað reina tvætl.

 

Verandi býráð eins og undanfarin hava sett sær fyri, at Tórshavn skal vera altjóða universitetsbýur, og hesum standa vit øll aftanfyri.

 

Ella tað helt eg, tí nú veit eg onki, hvar Annika Olsen stendur.

 

Veruleikin er, at fleiri býráð hava tikið lut í kampusarbeiðinum saman við Fróðskaparsetrinum og landsstýrinum. Tað fyriliggur ein masterplan fyri bygging á Frælsinum, har alt kann verða savnað, og fyrsta stig er ein nýggjur felagsbygningur.

 

Tað er eisini tí, at kommunan og Útbúgvingarmálaráðið hava samráðst um at býta um Hoydalar og Venjingarskúlan – at landið fær Venjingarskúlan og alt økið har til Setrið/Kampus.

 

Partur av hesi tilgongd er leigumálið í Sjóvinnuhúsinum, sum kommunan ynskir at enda nakað fyrr enn sáttmálin segði.

 

Hetta hava kommunan, Fróðskaparsetrið og Útbúgvingarmálaráðið í góðum samstarvsanda eisini lagt eina ætlan fyri, sum øll eru foreint við.

 

Og nei, eingin verður rikin á dyr, Annika. Flutt verður úr Sjóvinnuhúsinum, sohvørt hølini í fyrrverandi Lærara- og venjingarskúlin eru umvæld og klár.

 

Eg fái meg ikki at trúgva, at Annika Olsen soleiðis slongir um seg við uppáhaldum og ákærum móti kommununi, sum einki hald er í.

 

Tí hon hevur eisini sjálv samtykt alt hetta – heilar fýra ferð. Og hon skrivar tað enntá sjálv.

 

Kanska hundurin liggur grivin í øðrum av tí, hon skrivar. Hon vísir nevniliga á, at verklagslóg liggur í løgtinginum um játtan til umvælingar av Lærara- og venjingarskúlanum, so at Setrið kann sleppa inn.

 

Talan er um 24 milliónir, men brúk er fyri nógv meira komandi árini. Kanska er hetta nú vorðin ein trupulleiki í tingviðgerðini?

 

Og tá eru vit slett ikki komin til nýbygging av kampus – felagsbygning, nýggj undirvísingar- og granskingarhøli, lestrarbústaðir v.m.

 

Mann kann tí spyrja, um trupulleikin er, at Annika Olsen ikki maktar at fáa kampusmálið veruliga á skrá í løgtinginum?

 

Jú Annika, Tórshavnar kommuna er á allar mátar viðvirkandi til at finna allar skilagóðar ætlanir fyri Fróðskaparsetrið, og vit reka ongan næming á dyr.

 

 

 

Heðin Mortensen

 

borgarstjóri