Newcastle er í Champions League

Premier League: Leicester City mundi spilt ballið, men tað hevði verið stuldur á alljósum degi

Newcastle tryggjaði sær í gjár Champions League fyri komandi kappingarár. Tað gjørdu teir við einum málleysum javnleiki móti Leicester á heimavølli.

 

Newcastle hevur leingið ligið væl fyri í topp fýra stríðnum. Í gjár vóru heimamenninir stórfavorittar at vinna á Leicester, sum er í stórum niðurflytingarvanda. Heimaliðið stóð eisini fyri øllum fram til seinastu minuttirnar.

 

Tó spurdist einki mál burturúr øllum álopunum og skotunum á mál. Einu ferðina stóð Bruno Guimarães næstan á málstrikuni, men stútaði á stongina. Móti endanum tók Leicester yvir og mundi stolið sigurin við einasta skotinum, sum gestirnir høvdu á mál, men Nick Pope bjargaði.

 

Við hesum eina stignum hevur Newcastle tryggjað sær pláss í Champions League komandi kappingarár saman við Manchester City og Arsenal. Manchester United skal nú somuleiðis hava eitt stig burtuúr úr tveimum dystum, fyri at fara við fjórða og seinasta Champions League plássinum.

 

Í niðurflytingarstríðnum bendir nógv á, at Leicester má saman við Leeds tað tungu leið niður í næstbestu deildina. Everton kann við sigri á heimavølli móti AFC Bournemouth í seinasta umfari tryggja sær yvirliving og samstundis senda Leicester og Leeds niður.

 

1Manchester City36284493:3188
2Arsenal37256683:4381
3Newcastle371913567:3270
4Manchester Utd36216952:4169
5Liverpool37199971:4366
6Brighton361871170:5061
7Aston Villa371771349:4558
8Tottenham371761466:6257
9Brentford371414957:4656
10Fulham371571554:5152
11Crystal Palace3711111539:4844
12Chelsea3611101536:4243
13Wolves371181831:5341
14West Ham371171941:5340
15Bournemouth371162037:7039
16Nottingham F.379101837:6737
17Everton377121833:5733
18Leicester37872249:6731
19Leeds377102047:7431
20Southampton37662532:6924
24.05 19:00Brighton:Manchester City
25.05 19:00Manchester Utd:Chelsea
28.05 15:30Arsenal:Wolves
28.05 15:30Aston Villa:Brighton
28.05 15:30Crystal Palace:Nottingham F.
28.05 15:30Southampton:Liverpool
28.05 15:30Everton:Bournemouth
28.05 15:30Leeds:Tottenham
28.05 15:30Leicester:West Ham
28.05 15:30Manchester Utd:Fulham
28.05 15:30Brentford:Manchester City
28.05 15:30Chelsea:Newcastle