Tað upplýsir svenska akademiið.
Teir báðir granskararnir fáa virðislønina fyri teirra "grundleggjandi uppdaganir og uppfinningar" innan teldutøkni og sokallað kunstig neutral netverk, stendur at lesa í grundgevingini frá nevndini.
- Hóast teldur ikki duga at hugsa, so kunnu maskinur nú herma eftir funktiónum sum minni og læring. Ársins virðislønarvinnarar í alisfrøði hava verið við til at gera tað møguligt, stendur í fráboðanini.
Við í prísinum eru 11 milliónir svenskar krónur, svarandi til stívliga 7,2 milliónir danskar krónur.
/Ritzau/