Ein stóreldur í einum býarparti í Dhaka í Bangladesh hevur kravt í minsta lagi 43 mannalív.
Tað upplýsir heilsumálaráðharrin í Bangladesh, Samanta Lal Sen.
Aftrat teimum deyðu, hava nógv fólk, sum vóru inni í bygninginum, eisini fingið løstir.
Sambært lokalum miðlum kyknaði eldurin í einum bygningi í sjey hæddum í Bailey Road í Dhaka seint í kvøld.
- Higartil eru 43 fólk staðfest deyð, upplýsir Samanta Lal Sen fyri tíðindastovuni, AFP.
Hon hevur í kvøld vitjað sjúkrahúsið, Dhaka Medical College Hospital umframt eitt annað sjúkrahús.
Sagt verður, at sjúkrahúsið, sum ikki er navngivið í greinastubbanum, serliga tekur sær av brunaskaðum.