NSÍ helmar ikki í

1. DEILD: Í kvøld fóru uppflytararnir úr Gundadali við trivaligum sigri ímóti HB, sum nú hevur tapt tvær ferðir á rað á heimavøllinum

Innskifti Hans Marius Davidsen var tvífaldur málskjútti, tá ið NSÍí kvøld vann 5-1 í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá HB

Tað vakti av álvara ans og tað av røttum, tá ið næstbesta HB liðið 4. mai sendi NSÍ úr Gundadali við 5-0 tapi. Tá var tað lítið, sum bendi á, at NSÍ fór at flyta upp.

 

Síðani hevur NSÍ av álvara funnið stevið, og síðsta leygarkvøld tryggjaðu teir í Runavík sær uppflyting aftur í bestu deildina, sum teir fyri einum ári síðani fluttu niður úr.

 

Í kvøld var NSÍ aftur í Gundadali, og nú vendi tað heilt øðrvísi, enn tað gjørdi fyri hálvumfimta mánaði síðani. Í kvøld vann NSÍ 5-1 ímóti HB eftir hálvleiksstøðuna 1-1. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Sølvi Sigvardsen NSÍ á odda 1-0, og eitt lítið korter undan steðginum javnaði Rani Wenningsted Sørensen fyri HB. Hetta var annað málið hjá Sølva Sigvardsen í ár. Hann skoraði eisini síðsta vikuskifti, tá ið NSÍ vann 6-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi. 19 ára gamli Rani W. Sørensen er toppskjútti hjá HB í 1. deild við 11 málum.

 

10 minuttir eftir steðgin legði Hans Marius Davidsen NSÍ á odda 2-1, og tað var spenningur í, inntil tað restaðu 10 minuttir. Tá økti Hans Marius Davidsen um munin til 3-1. Hans Marius varð skiftur inn, tá ið umleið 20 minuttirvóru farnir. Hann avloysti Mórits Heina Mortensen, sum fór skaddur av vøllinum. Nú hevur Hans Marius Davidsen skorað trý mál í ár.

 

Síðstu lítlu løtuna skoraðu Betuel Hansen og Steffan A. Løkin til 4-1 og 5-1. Betuel Hansen hevur skorað trý mál í ár, og í kvøld skoraði Steffan A. Løkin fyri 17. ferð. Nú er hann ein av trimum toppskjúttum í 1. deild. Hinir eru Carlos Ferreira á Skála og Tijani Mohammed í B71.

 

NSÍ er næstfremst við 54 stigum – eitt aftanfyri Skála – og HB er á sjeynda plássi við 27 stigum. Hetta var onnur ferðin á rað, at HB tapti í Gundadali. Í síðsta umfari tapti HB grannauppgerð ímóti B36 1-0.

 

Skála221813611955
NSÍ231733631954
Víkingur221318513440
2311210413935
B7121948413631
B36239311473930
HB218310404027
FC Hoyvík227411375025
B68225215236117
EB/Streymur22131820836

 

Tríggir dystir í 23. umfari vera í morgin

 

Víkingur – B71: Rani Andrasson Skaalum kl. 16.00

 

B68 – Skála: Árni Brandsson Petersen kl. 14.00

 

EB/Streymur – FC Hoyvík: Annfinn Hjaltalin kl. 15.00  

 

 

 

Innskifti Hans Marius Davidsen var tvífaldur málskjútti, tá ið NSÍí kvøld vann 5-1 í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá HB