Nú er tað mesta avgjørt í Premier League

Premier League: Vinnarin er funnin og størsti spenningurin er í botninum

Manchester City lyfti í gjár Premier League steypið fyri fimtu ferð upp á seks ár. Við einum 1-0 sigri á Chelsea setti Manchester City eisini eina tjúkka striku undir, at felagið er í eini deild fyri seg við at vinna dagin eftir eina meistaraveitslu, tí meistaraheitið kom í hús kvøldið fyri, tá Arsenal tapti móti Nottingham Forest.

 

Í stríðnum um at røkka Champions League tykist nú fyri vist, at tað verður Liverpool, sum stendur eftir við Europa League. Eftir seks sigrar upp í slag endaði tað við javnleiki móti Aston Villa, meðan Manchester United vann á AFC Bournemouth. Newcastle skal bara hava eitt stig í kvøld.

 

Brighton hevur tryggjað sær Evropa-luttøku fyri fyrstu ferð í søguni hjá felagnum. Tottenham hevur brúk fyri hjálp, um felagið skal í Evropa komandi kappingarár. Eftir 3-1 ósigur á heimavølli fyri Brentford eru fleiri tekin um, at Harry Kane hevur spælt sín seinasta heimadyst fyri Tottenham.

 

Í botninum stendur Leeds við vánaligum kortum, eftir at hava tapt 3-1 móti West Ham. Leicester hevur tvey skot eftir. Eitt er í kvøld móti Newcastle í seinasta dystinum í 37. umfari. Everton hevur enn munin, men tað verður eitt satt niðurflytingarstríð í seinasta umfarinum.

 

1Manchester City36284493:3188
2Arsenal37256683:4381
3Newcastle361912567:3269
4Manchester Utd36216952:4169
5Liverpool37199971:4366
6Brighton361871170:5061
7Aston Villa371771349:4558
8Tottenham371761466:6257
9Brentford371414957:4656
10Fulham371571554:5152
11Crystal Palace3711111539:4844
12Chelsea3611101536:4243
13Wolves371181831:5341
14West Ham371171941:5340
15Bournemouth371162037:7039
16Nottingham F.379101837:6737
17Everton377121833:5733
18Leeds377102047:7431
19Leicester36862249:6730
20Southampton37662532:6924

 

Úrslit

 

21.05Manchester City1:0Chelsea
21.05Brighton3:1Southampton
21.05West Ham3:1Leeds
20.05Nottingham F.1:0Arsenal
20.05Wolves1:1Everton
20.05Liverpool1:1Aston Villa
20.05Bournemouth0:1Manchester Utd
20.05Fulham2:2Crystal Palace
20.05Tottenham1:3Brentford