Nú er tíðin komin at melda seg til Sement 2025

Tíðindaskriv frá Tórsgøtu:

Tað er nú, tú skalt melda teg til Sement tónleikakappingina, sum verður hildin á Reinsarínum í apríl í ár. Kappingin er opin fyri øll – uttan mun til aldur ella royndir. Einasta treytin er, at tú framførir egið tilfar, sum ikki er útgivið áður.

Hetta er ein einastandandi møguleiki at vísa tín tónleik fram, vinna fantastiskar vinningar og fáa nógv umtalu í miðlunum! Tú kann vinna peningaupphæddir, fáa møguleika at luttaka á G! Festivalinum, og ikki minst – luttøku á SPOT Festivalinum, sum er størsta showcase í Danmark.

Ein sólskynssøga

Sement hevur gjøgnum árini verið ein sólskinssøga fyri føroyska tónleikin. Fleiri 100 nýggj løg eru skrivaði. Og nógvir bólkar, ið hava gjørt vart við seg í kappingini, eru í dag millum fremstu nøvnini á føroyska pallinum. Millum annað kunnu nevnast Joe and The Shitboys, Marius DC, Dania O. Tausen, RSP, Tamara, Jasmin, Aggrasoppar, Ragnar Finsson, Hamferð og Gówa.

Skráset teg nú og ger títt navn galdandi á føroyska tónleikapallinum!

Freistin at melda til er 23. mars, so ikki bíða ov leingi.

Melda teg til á www.torsgota.fo/sement

Vit síggjast á Reinsarínum í apríl!