Nú er trýstið á Óla og teimum

Kristianstad vann triðju finaluna, og nú er møguleiki fyri, at alt verður avgjørt leygarkvøldið í Göteborg

Aftur í kvøld var finalan um svenska meistaraheitið í hondbólti fyri menn heilt óvanliga spennandi. Tá ið 60 minuttir vóru farnir, var støðan 29 – 29, og so var neyðugt við longdari leiktíð. Mánakvøldið var spælt tvær ferðir tvær ferðir fimm minuttir, áðrenn tað var greitt, at Kristiansand hevði vunnið.

 

Í kvøld endaði tað eftir tvær ferðir fimm minuttir eykatíð við 33 – 31 heimasigri. Nú er støðan 2 – 1 til Kristiansand. Fjórða finalan verður leygarkvøldið í Göteborg. Um Kristiansand vinnur, so verður tað avgjørt, at Kristiansand er meistari. Um IK Sävehof vinnur, so verður fimta og avgerandi finalan mánakvøldið.

 

Sum sagt fyrr í kvøld, so var Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki á liðnum hjá IK Sävehof í kvøld, tí hann er skaddur. Tað er óvist, um hann verður við leygardagin.

 

Óli Mittún var nógv á vøllinum, og hann skoraði fimm mál í kvøld.