Nú eru víkingarnir næstovastir

1. DEILD: Í kvøld eydnaðist tað í seinna hálvleiki at skora tvey mál og við Margáir at vinna ímóti EB/Streymi

Tað tók sína tíð, men at enda eydnaðist tað hjá Víkingi, tá ið teir næstbestu í EB/Streymi, sum eiga heimavøll við Margáir, høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi.

 

Víkingur er við í kappingini um heiðursmerkjaplássini, meðan EB/Streymur er niðast á støðutalvuni.

 

Hagtølini siga, at Víkingur var greitt omaná í kvøld, men tað gekk striltið at fáa bóltin framvið Fayo Kruse í EB/Streymamálinum.

 

Tað var málleyst inntil í 67. minutti, tá ið Bjørn Bakk Bjarkhamar legði Víking á odda. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at 17 ára gamli Bjørn var málskjútti í næstbestu deildini. Tíggju minuttir seinni var tað ein annar 17 ára gamal, sum staðfesti 2-0 sigurin. Tað var Árni Nóa Atlason.

 

Sigurin í kvøld ber við sær, at Víkingur nú er næstfremst við 21 stigum. NSÍ er tvey stig aftanfyri Víking, og NSÍ hevur í morgin møguleika aftur at lyfta seg uppum Víking. Í morgin fær NSÍ vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ.

 

Víkingur fær um eina viku vitjan av HB.

 

Hjá EB/Streymi hevur tað ikki gingið so væl seinastu ferðirnar. Liðið hevur ikki vunnið stig, síðani tað 15. apríl endaði 1-1 á Sandi. Annan leygardag fær EB/Streymur vitjan av B36.