Næstsíðsta leygardag vann NSÍ steypafinaluna ímóti Víkingi 4-1. Leygardagin hittast Víkingur og NSÍ aftur. Tað verður í Sarpugerði, og nú er tað mest sum greitt, at NSÍ fer at hava FM steyp og gullkrónur við sær út um Gøtueið. Harvið fer NSÍ fyri fyrstu ferð nakrantíð at vinna FM og eisini greipuna.
Í dag vann NSÍ 3-2 á heimavølli ímóti HB, og KÍ vann 3-0 á heimavølli ímóti Víkingi. Undan síðsta umfari er NSÍ topplið við 46 stigum og málmuninum +94. KÍ er næstfremst við 43 stigum og málmuninum +81, og Víkingur er á triðja plássi við 40 stigum og málmuninum +73. Fjórða liðið í EM endaspælinum er HB, sum hevur 27 stig.
Í dag var tað ikki sørt, at tað í eina løtu vóru gummibein í Runavík. Alt gekk eftir ætlan, tá ið NSÍ í fyrra hálvleiki legði seg á odda 1-0 og 2-0. Málskjúttar vóru Helga Mikkelsen í 12. minutti og Evelin Mastropasqua, tá ið ein hálvur tími var farin.
Eftir steðgin koppaði tað heilt á høvdið. Innskifta Rebekka Benbakoura minkaði um munin við langskoti í 61. minutti, og átta minuttir seinni javnaði Fridrikka Clementsen við langskoti, sum man vera sera góður kandidatur at vera ársins mál.
HB tevjaði blóð, og tað vóru spentar støður í báðum endum. Tríggjar minuttir undan leikloki var tað Helga Mikkelsen, sum skoraði 3-2 málið, sum tryggjaði NSÍ FM heitið.
Í Klaksvík fylgdu tey væl við, hvussu tað gekk í Runavík. KÍ vann 3-0 ímóti Víkingi. Málskjúttar vóru Eyðvør Klakstein og Malena Olsen í fyrra hálvleiki og Tóra Mohr í seinna hálvleiki. Um NSÍ ikki vann í dag, so var møguleiki hjá KÍ við sigri í Gundadali ímóti HB leygardagin at vinna FM, um Víkingur fer at vinna ímóti NSÍ.
Nú er tann spenningurin burtur, tí leygardagin fer NSÍ at vinna FM og harvið fyrstu greipuna.
##med2##
Leygardagin 19. oktober
Víkingur – NSÍ: kl. 12.30
HB – KÍ: kl. 12.30