Løgmansskrivstovan søkir nú eftir nýggjum aðalstjóra til Heilsumálaráðið.
Tað var um nýggjársleitið, at aðalstjórin í Heilsumálaráðnum, Turið Arge varð koyrd til hús og senni søgd úr starvi. Fyribils stjóri er Bjørgfríð Ludvig.
– Vit leita einum dugnaligum og framskygdum aðalstjóra til Heilsumálaráðið, skrivar Løgmansskrivstovan í morgin.
– Talan er um eitt spennandi starv í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi. Aðalstjórin er fremsti fakligi og politiski ráðgevi hjá landsstýrisfólkinum, og hevur somuleiðis ovastu ábyrgd av dagligari leiðslu, menning og rakstri í sínum stjórnarráði, skrivar Løgmansskrivstovan.
Freistin at søkja starvið er sunnudagin 6. oktober.
Aðalstjórastarvið er flokkað í 39. lønarflokki sambært sáttmála millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at vera eitt tænastumannastarv. Starvið er áramálssett í 7 ár við møguleika fyri leingjan í upp til 3 ár.
Umframt eina mánaðarliga viðbót á 6.380 kr. fyri aðalstjóraleiklutin verður veitt ein mánaðarlig viðbót á 20% av grundlønini fyri áramálssetan. Eftirlønin er 15% av samlaðu lønini
Lønin hjá aðalstjóranum er 88.035 krónur um mánaðin, sum svarar til 1.056.425 krónur um árið.