Nú verður Color Run fyri aðru ferð í Vági

Tá Color Run var í Vági í fjør, var tað helst fyrstu ferð í Føroyum, at slíkt tiltak hevur verið. Nú verður tað endurtikið.

Eins og í fjør, verður nú aftur skipað fyri Color Run í Vági.

 

Hetta verður eisini nevnt litrenning.

 

Í morgin,  31. mai klokkan 11.00 - 12.00, skipa Vágs skúli og Ítróttaháskúlin aftur fyri Color Run fyri næmingunum, skrivar vagur.fo.

 

Í hesum sambandi verða nakrir vegir stongdir vestan fyri Gjógvará í áðurnevnda tíðarskeiðið. Talan er um hetta strekki: Kráarvegur, frá Laksá og niðan gjøgnum Gjógvaráveg til Gógvaráveg nr 11, haðani vestur eftir Bøgøtu og oman á Eiðisveg og Eiðisvegi nr. 19 og út til Misáveg. Sí kort niðanfyri.

 

Myndirnar eru frá tiltakinum í Vági í fjør.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##