Nýggi vinnupolitikkurin hjá Havnini lagdur fram

Seinnapartin varð nýggi vinnupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu 2024 - 2028 lagdur fram á almennum tiltaki.

Í vinnupolitikkinum eru m.a. sjey átøk, ið mælt verður til at seta í verk.

 

Í arbeiðsbólkinum, ið hava gjørt vinnupolitikkin, vóru Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, Bárður Michelsen, Tórshavnar Havn, Sóley Hammer, leiðari á Hugskotinum. Beinta Løwe var samskipanarfólk.

 

Til ber at lesa nýggja vinnupolitikkin á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

 

Niðanfyri er røðan, Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt í sambandi við framløguna.

 


Góðan dagin øll somul

 

Hugaligt at síggja tykkum her, nú vit leggja nýggja vinnupolitikkin hjá Tórshavnar kommunu alment fram.

--

Tórshavnar kommuna er gomul vinnukommuna. Fyrstu partafeløgini vórðu sett á stovn í 1919. So nakrar av elstu fyritøkunum í landinum eru í Tórshavnar kommunu.

--

Eisini í dag er ríkt vinnulív í Tórshavnar kommunu – á bygd og bý.

 

Vinnulívið hevur stóran týdning fyri samfelagið. Tí er Tórshavnar kommunu eisini áhuga í, at vinnulívið í kommununi hevur so góðar umstøður, sum gjørligt.

--

Tí samtykti Vinnunevndin hjá Tórshavnar býráð í fjør, at orða ein nýggja vinnupolitikk fyri Tórshavnar kommunu.

 

Nýggi vinnupolitikkurin tekur millum annað støði í samrøðum við fólk, ið onkursvegna fáast við vinnulív, við grannar hjá vinnulívinum og so framvegis.

 

Umleið 40 samrøður eru gjørdar, og eisini hava vit fingið til vega tilfar frá Hagstovuni og øðrum.

--

Har vinnan trívist, eiga fólk eisini at trívast. Tí leggur nýggi vinnupolitikkurin seg eisini eftir, at vinna og fólk trívast saman. At tað er gott grannalag.

 

Heitið á nýggja vinnupolitikkinum er Vinna og Vøkstur, Vitan og Vælferð.

 

Hesi fýra orðini er bundin at hvør øðrum. Tí vinna merkir vøkstur, og vinna merkir vælferð. Men vinnuni tørvar eisini vitan og vælferð fyri at fáa vøkstur.

--

Í dag verður nýggi vinnupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu 2024 til 2028 lagdur alment fram.

 

Nú fáa tit høvi at lesa hann, tit kunnu eisini práta við okkum politikarar og umsitingina. Og tað er eisini eitt, ið vinnupolitikkurin mælir til, at vinna og kommuna hittast av og á, so vit vita av hvør øðrum.

 

Tórshavnar kommuna og vinnan hava í øllum førum eitt til felags, og tað er at vera vakin og virkin.

 

Takk fyri

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##