Nýggj útgáva av perlu hjá Øssuri

Regin Guttesen og Jákup Zachariassen standa aftanfyri útgávuna av triðju innspælingini av sangum hjá Øssuri Berghamar

Um vikuskiftið varð nýggj innspæling av føroyskum sangi at hoyra á stroymingtænastunum. Sangurin eitur Spyr Harran fyrst, og tað er Øssur Berghamar, sum eigur bæði orð og lag.

 

Hetta er triði sangurin hjá Øssuri Berghamar, sum verður útgivin. Sangurin er partur av verkætlan, ið ber heiti Av náði Guds. Tað er felagið Tónar við Jóhan Magnus Gunrim, sum nú stendur aftanfyri verkætlanina.

 

Tað eru longu 15 ár liðin, síðani tað varð farið undir arbeiðið við fyrsta sanginum. Tað var Arnvør á Torkilsheyggi, sála, sum tók stig til verkætlanina. Hon og Hans Poulsen fóru í 2008 undir upptøku av sanginum So mangt er mær dult. Arnvør var liðug við sangupptøkurnar, áðrenn hon varð álvarsliga sjúk.

 

Arbeiðið við hesum sanginum lá stilt í nøkur ár, men var so tað tikið uppaftur, eftir at Arnvør andaðist. Arnvør sang sangin á konsert, sum sangbólkurin Salt hevði í Løkshøll undan jólum í 2016. Arnvør doyði 12. februar í 2018, og 12. februar í 2019 var sangurin almennur.

 

Annar sangurin hjá Øssuri Berghamar í hesi røðini var útgivin í fjør. Tað er sangurin Leið meg til tær grønu fløtur. Tá var tað Bárður á Lakjuni, sum sang, og Hans Poulsen tók upp og spældi undir, saman við øðrum. Óli Poulsen ljóðblandaði og mastraði.

 

Nú er so triði sangurin í røðini givin út. Regin Guttesen syngur so meistarliga Spyr Harran fyrst, hvørja ferð eitt stig tú skalt taka. Jákup Zachariassen hevur tikið upp og spælir undir saman við øðrum, og Óli Poulsen hevur ljóðblandað og mastrað.

 

Á heimasíðu síni berghamar.com sigur Øssur Berghamar, at hesin sangurin varð yrktur í 1976 og undan fyrstu leguni, sum Kristnastova skipaði fyri í Norðursælandi.

 

Jóhan Magnus Gunrim sigur, at tað verður hildið fram við verkætlanini, og at farið verður undir næsta sangin, tá stuðul er fingin til vega. Vónandi verður hetta seinni í ár.

 

Sangirnir kunnu hoyrast her:

 

So mangt er mær dult

 

##med2##

 

Leið meg til tær grønu fløtur

 

##med3##

 

Spyr Harran fyrst

 

##med4##