Nýggjur maður við róðrið hjá AB

Fleiri lyklaspælarar hjá B36 eru á beinkinum í grannauppgerðini ímóti argjamonnum

Mikudagin segði AB Henrik Larsen úr starvi sum venjari hjá AB. Felagið boðaði frá, at tað verður leitað eftir nýggjum venjara. Enn hevur felagið ikki boðað frá, at nýggjur venjari er funnin. Í dag er tað Morten Beck Overgaard, sum hevur ábyrgdina av liðnum í Gundadali, har B36 er mótstøðuliðið. Hann hevur higartil verið hjálparvenjari á Argjum.

 

Santiago Lebus er aftur á AB liðnum, eftir at hann var leikbannaður í 4-0 heimatapinum ímóti Víkingi. Jacob Gottberg, sum hevur verið skaddur í fleiri vikur, er í dag á beinkinum. Marius Lindh og Rógvi Skála eru skaddir.

 

Fimm útlendingar eru í dag millum teir fyrstu ellivu, og tveir sita á beinkinum. Annar er eykamálverjin William Tønning, og hin er Nicklas Mehl, sum annars hevur verið fastur maður í miðverjuni.

 

Hjá B36 eru Eli Falkvard Nielsen, Hannes Agnarsson, Magnus Egilsson og Andrass Johansen millum teir, sum eru á beinkinum. Erlandur Magnusson er framvegis so mikið skaddur, at hann er ikki á listanum í dag.

 

B36 -  AB: Rúni Gaardbo kl. 15.30.