Eitt mál sum altíð verður tikið fram í valstríðum er spurningurin um fosturtøku. Evnið er viðbreki, og tí er tað galdandi í flestu politisku flokkum, at valevnini standa frítt í hesum málinum. Eg haldi tað tó vera rætt at siga, hvør mín persónliga støða er til henda spurningin.
Tað sum grundleggjandi skilir partarnar í hesum málinum er spurningurin: Hvat er eitt fostur? Summi siga, at eitt fostur er tað sama sum eitt barn, meðan onnur siga, at eitt fostur er bara nakrar kyknur ella vevnaður.
Eg skilji væl, at tey sum siga, at eitt fostur er vevnaður, hava einki ímóti, at ein lækni sker henda vevnaðin burtur. Men fyri tann sum er sannførdur um, at eitt fostur er eitt barn, er hetta nógv álvarsamari enn so. Tað ger, at eitt barn sum einaferð skuldi verið sett í verðina, verður ikki føtt. Tað missir rættin til lívið.
Eg skrivið hetta ikki fyri at ákæra nakran, ið hevur verið ígjøgnum eina fosturtøku. Fólk koma í truplar støður, og eingin fremur eina fosturtøku til stuttleika. Og við eini sannføring um, at fostrið bara er vevnaður, verður hetta ikki tikið í so stórum álvara.
Eg eri av teirri sannføring, at eitt fostur er eitt barn, og at fosturtøka merkir, at barnið missir rættin til lívið. Tí vil eg til eina og hvørja tíð arbeiða ímóti, at frí fosturtøka verður galdandi í Føroyum. Eg havi onga vísundaliga frágreiðing sæð, ið hevur kunnað sannført meg um, at eitt fostur ikki er eitt barn.
Í Sambandsflokkinum er ikki semja um henda spurningin, men við hesum havi eg sagt, hvar eg – og fleiri onnur í flokkinum – standa í hesum málinum.
Helgi Abrahamsen
valevni fyri Sambandsflokkin