Seinastu dagarnar hava fýra partolarapør verið til fiskiskap.
Skipini fiska upsa og fáa eisini nakað av hvítum fiski sum hjáveiði.
Fiskiskapurin hjá partrolarunum er misjavnur.
Skipini, sum hava verið á gulllaksaveiði í vertíðini hesaferð, fara nú aftur á upsaveiði.
- Væntandi koma tey fýra partrolarapørini, sum eru til fiskiskap, inn at landa hesa vikuna, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Lagt verður aftrat, at trý partrolarapør hava seinastu dagarnar ligið við bryggju.
Av djúpvatnstrolarunum fiska tríggir tosk á Íslandsrygginum, men teir eru nýliga byrjaði túr.
- Tí er ivasamt, um djúpvatnstrolararnir koma inn at landa í vikuni.
Um teir smáu trolbátarnar verður sagt, at bara ein hevur verið til fiskiskap seinastu dagarnar.
- Teir koma helst inn at landa miðskeiðis í vikuni, og møguliga loysir onkur annar trolbátur eisini í vikuni.
Í løtuni fiska tvey garnaskip svartkalva, og eitt fiskar havtasku.
- Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, og øll koma inn at landa hesa vikuna, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.