Øll skulu hava ein lækna

Vit hava nokkso leingi hoyrt um trupulleikan at fáa kommunulæknar kring landið. Fleiri staðni hevur eingin fastur lækni verið í áravís. Summastaðni eru avloysarar bara við hvørt. Nógv fólk hava ongan fastan kommunulækna at fara til, men mugu ringja frá Peri til Pól fyri at fáa eina læknaviðtalu. Alsamt meira vanligt hevur verið, at fólk í staðin leita sær hjálp frá læknavaktini aftan á arbeiðstíð, so hendan hevur verið ovbyrjað og nú hevur gjørt nakrar broytingar, so tað er torførari at fáa læknahjálp aftan á arbeiðstíð enn tað annars hevur verið.

 

Kommunulæknaskipanin virkar ikki nøktandi fyri landsins borgarar – og heldur ikki fyri kommunulæknarnar. Nógvir hvørki orka ella arbeiða í skipanini, men gera okkurt annað í staðin.

 

Trupulleikarnir eru ikki nýggir, tíverri. Eg var sjálv við til at gera eitt álit um nýggja kommunulæknaskipan fyri 12 árum síðani – tí tá vóru fyri so vítt somu trupulleikar sum nú. Álitið varð gjørt saman við kommunulæknum. Í álitinum vóru nógv góð uppskot um hvat kundi gerast við tær avbjóðingar, sum vóru. Tíverri vísti tað seg, at politikararnir, sum komu at ráða fyri borgum aftaná hetta álit, bara pilkaðu okkurt hissini tilmæli burtur úr – og løgdu tað síðani í læstu álitis-skuffuna – og har liggur tað vist enn (men tað liggur eisini á netinum!).

 

Longu tá hevði í fleiri ár verið semja um, at ein partur av loysnini var at útbúgva fleiri kommunulæknar!

 

Summi hildu nokk, at tað var sjálv loysnin. Vit hava síðani útbúgvið nógvar nýggjar kommunulæknar. Tað eru brúktir nógvir pengar til tað.  Men tað var ikki loysnin – einsamøll. Trupulleikin er, at sum skipanin virkar, so vilja fleiri kommunulæknar ikki arbeiða í henni. Tí mangla vit nógvar kommunulæknar í dag. So hoyrist frá politikarum, at vit mugu seta fleiri kommunulæknar - og útbúgva fleiri kommunulæknar. Tað vil siga, gera meira av tí sama sum vit hava gjørt. Hvør væntar, at vit so fáa eitt annað úrslit? 

 

Tað krevst ein verulig nýskipan á økinum, um vit skulu loysa tær avbjóðingarnar, sum eru. Eitt, sum er sera ógreitt er, hvør hevur ábyrgdina av kommunulæknaskipanini!  Hevur nakar ábyrgdina – ella er hon býtt millum ymsar partar - nakað sum ger, at eingin hevur faktisku ábyrgdina – og tí rekst hon fyri vág og vind?

 

Her er neyðugt við eini nýskapan. Útgangsstøðið kundi verið tað álit, sum fyriliggur um loysn av hesum trupulleikum – og fingið hetta dagført.

 

Set nú krossin á rætta stað tann 8. desembur.

 

Eg fari at arbeiða fyri, at vit øll hava ein fastan kommunulækna, sum skal hjálpa okkum við heilsuni – bæði at fyribyrgja, at henni fer at bila nakað og at bøta um tá henni bilar.

 

 

 

Margit Stórá – á lista C