Øssur er nýggjur prestur í Klaksvík

Sunnudagin 16. juni verður Øssur Kjølbro skipaður í starvið sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Sirið Stenberg, hevur útnevnt Øssur Kjølbro sum sóknarprest í Norðoya vestara prestagjaldi, sum fevnir um Klaksvík, Norðoyri, Ánirnar, Haraldsund, Kunoy, Syðradalur, Húsar, Mikladalur, Trøllanes og Árnafjørður.

 

Sóknarpresturin er kirkjubókaførandi og jarðarferðarmyndugleiki.

 

Undir gudstænastuni í Christianskirkjuni sunnudagin 16. juni kl. 11 verður Øssur skipaður í embætið. Tað er dómprósturin, ið skipar prestin í embætið.

 

Øssur byrjaði sum óløntur hjálparprestur í Eiðis prestagjaldi í februar 2018. Tey seinnu árini hevur hann verið virkandi sóknarprestur í styttri og longri tíðarskeið í fleiri prestagjøldum, skrivar fólkakirkjan í kvøld.