Í kvøld hevur ógvusligur eldur verið í einum bygningi í býnum, Voronezh í Russlandi.
Býurin liggur nærindis markinum til Ukraina, og tað er Visegrad 24, sum ber hesi tíðindi.
Sambært statsriknu russisku tíðindastovuni RIA var eldurin undir eftirliti seint í kvøld.
Fyrr í dag bórust eisini tíðindini um, at álop varð framt á Belgorod-fylkið í Russlandi.
Belgorod liggur eisini nærindis ukrainska markinum.
Í Ukraina vístu myndugleikarnir aftur, at teir eiga nakran lut í álopinum.
Áður hevur verið lopið á goymslur í Belgorod.
Sagt hevur nevniliga verið, at tað er her, at russiski herurin fær partar av sínum veitingum til kríggið í Ukraina.
##med2##