Ókeypis tannlækna til 25 ár!

At hava góðar tenn og at ganga til tannlækna er ein grundleggjandi partur av einum vælferðarsamfelagið, sum eigur at verða javnsettur við tað at ganga til lækna og sálarfrøðing.

 

 

 

Ein donsk kanning vísir at ein út av fýra persónum ganga ikki til tannlækna vegna fíggjarstøðu (kelda: 3F/Analyse Danmark, 2017). Hetta er ikki í lagi, og tí ynski eg at arbeiða fyri, at viðgerðandi tannrøkt verður skattaskipað. Hetta kann gerast í stigum, og eitt meiningsfult stað at byrja er hjá teimum ungu.  

 

 

 

Í núverandi løtu er løgtingslógin um barna- og ungdómstannrøkt orða soleiðis: "§ 2. Stk 1. Kommunustýrið skal tryggja øllum børnum og ungum undir 18 ár, sum búgva í kommununi, møguleika fyri ókeypis fyribyrgjandi og viðgerðandi tannrøkt".

 

 

 

Um vit endurhugsa lógina, kundu vit hækkað aldurin til 25 ár. Tað hevði gjørt stóran mun hjá ungum, ið eru undir útbúgving, ella eru við at fóta sær á arbeiðismarknaðinum, um tey sluppu undan at hugsa um útreiðslur til tannlækna. 

 

 

 

Vit MUGU fyribyrgja tannsjúkur og geva øllum javnbjóðis atgongd til tannlæknahjálp. Manglandi atgongd til tannrøkt yvir longri tíðarskeið kann fáa álvarsamar avleiðingar fyri tannheilsuna seinni í lívinum.  

 

 

 

Uppá sikt haldi eg, at alt tannlæknaverkið eigur at verða skattaskipað og lagt undir heilsuverkið. At tryggja ungum upp til 25 ár ókeypis viðgerandi tannrøkt er eitt fyrsta fótafet á hesi leið.

 

 

 

X við Pól Jóhannus, Valevni hjá Tjóðveldi