Í Fólkaflokkinum hava vit fleiri ítøkilig vallyftir, ið vera við til at tryggja einar sjálvberandi, góðar og tryggar Føroyar til komandi ættarlið. Her eru nøkur punkt, ið eg havi valt út og vil arbeiða fyri:
Lærlingar og lesandi:
Samfelagið hevur tørv á arbeiðsfólki, og tað skal loysa seg at taka eitt eyka tak. Tí skulu lærlingar og lesandi kunna tjena upp til 85.000 krónur skattafrítt.
Vinnulívið:
Vit skulu framhaldandi geva vinnuni góðar og tryggar karmar at virka og vaksa í, umframt at menna og skapa nýggjar vinnumøguleikar í Føroyum.
Barnafamiljur:
Barsilslógin skal endurskoðast og betrast fyri millum annað lesandi og kvinnur, ið eiga for tíðliga. Eisini skulu fólk, ið hava egna fyritøku verða betur stillað í mun til barsilsskipanina. Foreldur skulu hava frælsið at skipa barsilstíðina eftir teirra umstøðum.
Heilsu og almannaverkið:
Vit eiga at gera tað nógv lættari hjá fólki, ið søkja hjálp. Hjá fleiri er almenna skipanin alt ov møtumikil at fara í holt við í dag, og tað er ikki í lagi. Vit hava sum samfelag eina skyldu at hjálpa okkara veikastu og familjum teirra.
Bústaðir og bústaðarbygging:
Vit ynskja mvg frítøku til nýbygging av sethúsum. Ferð skal setast á bústaðir til eldri, lesandi og fólk við serligum tørvi. Eisini skulu vit eggja til grønar orkuloysnir.
Tín rødd í løgtinginum:
Verði eg valdur 8. desembur, so ætli eg mær at arbeiða hart fyri, at millum annað hesi mál verða framd í komandi valskeiði. Valið er títt, og vónandi setur tú álitið á meg sum títt komandi umboð í løgtinginum.
Eyðstein Zachariasen
Fólkaflokkurin