37 ára gamli serbiski tennisleikarin, Novak Djokovic hevur við 24 Grand Slam heitum vunnið nærum alt, ið vinnast kann í einmansleiki í tennis.
Tó manglar olympiska gullið, og tað fær Novak Djokovic aftaná fleiri miseydnaðar royndir loksins høvið at vinna nú.
Í hálvfinaluni ígjár vann Djokovic 2-0 (6-4 og 6-2) á Lorenzo Musetti úr Italia. Hetta er fyrstu ferð Djokovic vinnur seg víðari úr olympisku hálvfinaluni.
Djokovic møtir 21 ára gamla spaniumanninum, Carlos Alcaraz sum vann á Djokovic í finaluni í Wimbledon.
Carlos Alcaraz vann sera sannførandi 2-0 (6-1 og 6-1) á Felix Auger-Aliassime úr Kanada.
Talan verður um sjeyndu finaluna í einari tenniskapping í einmansleiki millum Carlos Alcaraz og Novak Djokovic. Hagtølini higartil siga tríggir finalusigrar í part.
Olympiska finalan verður leikt á Roland Garros høvuðsvøllinum í morgin klokkan 11. Alcaraz er ein rættiliga greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum.