OL: Frakland vardi OL-gullið í flogbólti hjá monnum

Frakland vann á Póllandi í finaluni

Franska manslandsliðið í flogbólti endurvann olympiska gullið í South Paris Arena høllini.

 

Í finaluni móti Póllandi vunnu fraklendingar sannførandi 3-0. 

 

Pólland hevði annars eina lítla favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum. 

 

Frakland vann tvey tey fyrstu settini 25-19 og 25-20. Tað var meiri spenningur í triðja settinum, men tað megnaði Frakland eisini at vinna 25-23.

 

USA vann bronsu. Í bronsudystinum vann USA 3-0 (25-23, 30-28 og 26-24) á Italia.

 

Í morgin klokkan 12 spæla USA og Italia finaluna hjá kvinnum.