Hóast vit vita, at 207 fólk við serligum tørvi standa á bíðilista til bústað her og nú, og undanfarna samgonga hevur verið frammi fleiri ferðir um, at tørvur er á at gera langtíðarætlanir á økinum, so hevði samgongan bert sett 5 milliónir av til nýbygging innan almannaøkið í 2023!
Hetta er ikki eingongd piparnøtur, og vísur klárt, at tey bara tosa, uttan at handla!
Samstundis eru bíðilistarnir til tænastur eksploderaðir seinastu 3 árini. 324 fleiri fólk standa á bíðilista til umlætting, frítíðartilboð, dagtilboð og stuðul. Hesir bíðilistar vóru ikki undir undanfarnu samgongu.
Ongin raðfesting av tænastum
Í 2021 fingu vit lógina um almannatrygd og tænastur (vælferðarlógin), ið gevur heimild til at seta fleiri nógv eftirspurdar tænastur á stovn. Henda heimild skuldi fylgjast upp við øktari játtan, men tað var heldur ikki ætlanin hjá samgonguni í fíggjarlógini fyri 2023.
Har er ikki eina krónu sett av til at økja um tænasturnar, eins og ætlanin var tá ið lógin varð samtykt.
0 kr til heimaráðgeving
0 kr til viðlíkahaldsvenjing og
0 kr til flutningstænastu.
So vit kunnu staðfesta at Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin ikki hava raðfest Almannaøkið í verki.
Tey siga, at tey hava játtað fleiri 100 milliónir til almannaøkið. Hetta er helst rætt, men spurningurin er, hvat tey hava brúkt peningin til. Játtanin er fyrst og fremst farin til pensiónir og aðrar veitingar og nøkur nýggj tilboð, meðan bíðilistarnir til verandi tænastur er vaksnir ógvusliga.
Hetta er tíverri fakta, øll kunnu eftirkannað tølini í framløgdu fíggjarætlanini fyri 2023. Staðfestast má tí, at langt er millum orð og gerðir.
Javnaðarflokkurin vil Almannaøkið
Tað fyrsta Javnaðarflokkurin vil fremja í verki á almannaøkinum, er at gera eina 10 ára avtalu fyri bygging, so bíðilistin til bústað fæst burtur. Hetta skal gerast sum ein bindandi avtala millum allar flokkar, so ongin tíð ferð til spillis, og onki steðgar upp í skiftinum frá einari samgongu til aðra, og at ætlaninar ikki skulu gerast av nýggjum.
Eyðgunn Samuelsen,
valevni fyri Javnaðrflokkin