Onkur rindar fyri fiskiloyvi sum ikki er til

Hjá Vørn vita tey um dømir, har fólk hava goldið fyri fiskiloyvi, sum ikki eru til, og hetta er sjálvandi sera óheppið.

Vørn heitir á fólk, sum ætla sær at keypa fiskiloyvi í bólki 5, um altíð at venda sær til stovnin fyrst.

Vørn sær av og á, at fiskiloyvi í bólki 5 verða sett til sølu á sosialum miðlum ella torgum.

 

- Vit skulu í hesum sambandi minna á, at fiskiloyvi kann ikki skifta hendur uttan góðkenning frá Vørn.

 

Hjá Vørn vita tey um dømir, har fólk hava goldið privat fyri fiskiloyvi, sum ikki eru til.

 

- Hetta er sjálvandi sera óheppið.

 

Tí heitir Vørn nú á fólk, sum ætla sær at keypa fiskiloyvi, um altíð at venda sær til stovnin, áðrenn nøkur sølu fer fram.

 

- Vit skulu eisini vísa á, at fiskiloyvi í bólki 5 einans kann flytast til ein annan bát, um bátur verður skiftur út ella seldur, sambært grein § 32, stk. 1 og 3 í sjófeingislógini.

 

Hjá Vørn leggja tey aftrat, at fiskiloyvi í bólki 5 kann ikki seljast einsamalt.

 

Vørn heitir á fólk, sum ætla sær at keypa fiskiloyvi í bólki 5, um altíð at venda sær til stovnin fyrst.