Orbán heldur ikki at Ukraina kann vinna kríggið

Forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orbán, heldur ikki, at Ukraina kann vinna stríðið móti Russlandi á vígvøllinum.

Tað er eingin annar vegur enn samráðingarnar við Russland, tí Ukraina hevur ikki styrki til at vinna á vígvøllinum, sigur forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orbán. - Mynd: Yves Herman/Reuters

Tí er sambært Orbán tørvur á vápnahvíld og samráðingarloysn millum Russland og Ukraina.

Tað segði ungarski leiðarin í dag, sambært Reuters, á tíðindafundi í franska býnum Strasbourg, áðrenn hann skuldi tala í ES-tinginum í sama býi í morgin.

Orbán hevur leingi staðið seg millum evropeisku ríkis- og stjórnarleiðararnar við einum munandi meira positivum hugburði mótvegis Russlandi.

Í summar fekk hann atfinningar frá leiðarunum í fleiri øðrum ES-londum, tá hann fór á sjálvrópna "friðaruppgávu" til millum annað Moskva.

Her hitti hann forsetan í Russlandi, Vladimir Putin.

 

/Ritzau/

 

 

Tað er eingin annar vegur enn samráðingarnar við Russland, tí Ukraina hevur ikki styrki til at vinna á vígvøllinum, sigur forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orbán. - Mynd: Yves Herman/Reuters