Sum orðblindalærari á Heilsuskúla Føroya og á Miðnámsskúlanum í Suðuroy, so møti eg næmingum, sum stríðast við lágt sjálvsvirðið og kensluna av, at teir ikki eru góðir nokk, tí teir ikki hava fingið røttu hjálpina rættstundis í fólkaskúlanum.
Hetta er ikki ein kritikkur av dugnaligu lærarunum í fólkaskúlanum, men ein kritikkur av væntandi raðfesting hjá myndugleikunum, tí játtanin er ov lítil til orðblindaøkið.
Eg vil arbeiða fyri, at fleiri tímar verða settir av í yngru flokkunum, so næmingar við orðblindni fáa røttu hjálpina tíðliga.
Eg vil arbeiða fyri, at orðblindalæraraútbúgving verður sett í verk aftur, so allir fólkaskúlar hava orðblindalærara. Eg tók mína eftirútbúgving sum orðblindalærari í 2012 og síðani hevur útbúgvingin ikki verið boðin út.
Tøkniliga menningin er stór innan orðblindni og má raðfestast, so tøknin kann stuðla næmingum í at mennast fakliga og gerast so sjálstøðugir sum gjørligt.
Hetta snýr seg snøgt sagt um skilagóða raðfesting, sum vit spara aftur í álvarsligum avleiðingum seinni í lívinum hjá næmingum við orðblindni.
Súsanna Bertholdsen,
valevni fyri Javnaðarflokkin