Orkuspurningurin skal loysast

Føroyar eru vælsignaðar við vindi, vatni og sjógvi og hava tí bestu fortreytir at loysa orkuspurningin. Vit eiga at ganga fremst í hesum spurningi og vísa á burðardyggar og innovativar loysnir, sum allur heimurin  eftirspyr. Føroyar eru eitt lítið oyggjasamfelag, og eru tí væl egnaðar at royndarkoyra ymsar skipanir, og hetta er Suðuroyggin eitt gott dømi um.

 

At Føroyar gerast eitt grønt oyggjasamfelag er ikki bara  gott fyri umhvørvið, men eisini fyri marknaðarføringina av Føroyum.  I ferðavinnuhøpi leggja ferðafólk stóran dent á, at teirra ferðamál er grønt og burðardygt. Somuleiðis hevur vinnan yvirhøvur viðurkent, at tað er neyðugt at hugsa meiri orkuvinarligt og at minka um CO2 útlátið, soleiðis at teirra vørur kunnu seljast, tí kundin eftirspyr vørur, sum eru framleiddar burðardygt.

 

Tað er gott fyri Føroyar fíggjarliga at gera okkum óheft av oljuni. Fyrstu 3 ársfjórðingarnir í ar hava Føroyar innflutt olju  fyri  áleið 1,7 milliard kr., tað er ein øking á 700 mió kr meira í mun til sama tíðarskeið í fjør. Samstundis sum tað er gott fyri landshúsarhaldið, er tað eisini gott fyri tað vanliga føroyska húsarhaldið, sum í løtuni er tyngt við øktum oljuprísum.

 

Vit skulu tú sjálvsagt tryggja, at øll megna at vera við í orkuumskiftinum, og stuðulsskipanir eiga tí at verða veittar til teirra, ið ikki hava bestu ráðini til at leggja um frá olju til orkuvinarligar loysnir

 

Samstundis, sum vit styrkja kappingarførið bæði fyri land og vinnu, og  menna og granska í nýggjari tøkni innan orku, skulu vit sjálvsagt liva upp til okkara altjóða skyldur sambært Paris sáttmálum.

 

Soleiðis byggja vit land, eitt land, sum er óheft av øðrum orkuveitarum, og sum gongur á odda í altjóða høpi innan grøna orku.

 

 

 

Annika Olsen,

 

valevni hjá Tjóðveldi til Løgtingsvalið