##med2##
- Tað var hart og tað var heitt. Soleiðis orðar Torkil Veyhe seg um kappingina í vegasúkkling, ið var fyrr í dag á oyggjaleikunum á Guernsey.
Torkil Veyhe gjørdist nummar 26 við tíðini 2:45.14.
Sam Culverwell úr Guernsey vann við tíðini 2:38.38.
Torkil heldur, at teinurin í kappingini passaði betri til teir meira lættaru súkkluíðkarararnar.
Torkil vónar tó uttan at lova nakað, at hann møguliga kann hála eina kanin upp úr hattinum, tá býarkoyringin verður á skránni fríggjadagin.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra eina samrøðu Miðlahúsið gjørdi við Torkil Veyhe aftaná kappingin í vegakoyringini var liðug.