Tað gekk ein løta áðrenn tað bleiv staðfest, men tað bleiv staðfest, tó uttan nakra almenna vinnaratíð.
Jónas Gunnleivsson Isaksen vann í stórum stíli kapprenningina á 200 metrum á oyggjaleikunum á Guernsey.
James Oldham úr Jersey var nummar tvey, og Jessy Franco úr Gibraltar var nummar trý, eisini uttan nakra almenna tíð.
Samstundis sum Føroyar kunnu fegnast um enn eitt gull hjá Jónasi, so staðfesta tey sum vóru til staðar, at tað er eyka ergiligt í hesum førinum, tí talan var um eina framúr góð og skjóta kapping hjá Jónasi.