Pakistan og Iran ávara Ísrael

Londini heita á ST um at viðvirka til, at Ísrael ikki fremur ólóglig álop á grannar og leypir á sendistovubygningar.

Iranski forsetin, Ebrahim Raisi og pakistanski forsætisráðharrin, Shehbaz Sharif, í Islamabad.

Pakistan og Iran heita í felag á ST um at viðvirka til, at ísraelska stjórnin ikki fer at fremja atgerðir í londunum báðum.

 

Hetta veit Reuters at siga í dag.

 

Iranski forsetin, Ebrahim Raisi, eru á einari tríggjar daga langari vitjan í pakistanska høvuðsstaðnum, Islamabad. 

 

Høvuðsendamálið við vitjanini er at styrkja bondini millum londini, men hetta kann vera lættari sagt enn gjørt, tá Pakistan eisini samstarvar við USA.

 

Í felags fráboðanini heita Pakistan og Iran eisini á ST um at viðvirka til, at Ísrael ikki fremur ólóglig álop á grannar og leypir á sendistovubygningar.

 

Reuters heldur, at tá sendistovurnar verða nevndar, hugsar Iran helst um álopið á iransku sendistovuna í sýriska høvuðsstaðnum, Damaskus, herfyri.

 

Á fundinum millum iranska forsetan og pakistanska forsætisráðharran er greitt, at teir báðir vilja, at bondini millum londini skulu styrkjast.

 

- Samstarvið fer eitt nú at snúgva seg um streymveiting og gassrørleiðingar, veit tíðindastovan Reuters at siga í dag.

 

 

 

Iranski forsetin, Ebrahim Raisi og pakistanski forsætisráðharrin, Shehbaz Sharif, í Islamabad.