Páll skoraði hattrikk

Og spildurnýggjur maður var millum málskjúttarnar, tá ið KÍ í Fuglafirði vann størsta sigurin á útivølli í ár

Klaksvíkingar eru so suverenir, at tað kennist næstan at vera sensatión, tá ið mótstøðuliðið megnar at skora mál ímóti tvífalda meistaraliðnum og stórfavorittunum at endurvinna FM.

 

Í dag var KÍ í Fuglafirði, har teir vunnu 7-1. Hálvleiksstøðan var 4-0, og tað var fimm minuttir eftir steðgin, at Dánjal á Lakjuni minkaði um munin til 4-1. Dánjal var tíggju minuttir undan steðginum skiftur inn fyri Jhon Mena Perez, sum lítla løtu frammanundan hevði sæð gula kortið.

 

KÍ hevði fleiri lokalar spælarar á vøllinum, enn tað plaga at vera. Børge Petersen var frá fyrsta bríksli ein av trimum miðverjum. Tá ið hálvur tími var farin, avloysti Óli Eyðsteinsson Poulsen Deni Pavlovic, sum eftir horna og aftur og fram hevði økt til 2-0, Símun Kalsø varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, tá ið hann avloysti liðformannin Jákup B. Andreasen, og so vórðu Silas Gaard og Jákup N. Vilhelmsen skiftur inn miðskeiðis í seinna hálvleiki.

 

Jákup Norðoy Vilhelmsen var fyri fyrstu ferð yvirhøvur á besta KÍ liðnum, og sjey minuttir eftir, at hann varð skiftur inn, skoraði hann 6-1 málið. Tað var eftir horna úr vinstru, at hann stýrdi bóltin í málið.

 

Luc Kassi átti 5-1 málið, og so var tað Páll Klettskarð, sum skoraði hattrikk. Hann setti hol á, undan steðginum umsetti hann brotsspark til mál, og tað var Páll, sum staðfesti 7-1 sigurin, tá ið hann fyri 14. ferð í 12 dystum var málskjútti.

 

Fuglfirðingar høvdu ikki fingið rætta beinið út av seingini í morgun. Tað var einki at síggja til framúr hugburðin, sum teir vístu, tá ið teir fyri fáum vikum síðani vóru um reppið at vinna eitt stig í Klaksvík.