Danski stórentreprenørurin, MT Højgaard, hevur mist nógvar milliónir í feløgum og verkætlanum í Grønlandi.
Í fjør høvdu tvey dóttirfeløg hjá MT Højgaard í Grønlandi, MT Højgaard Grønland ApS og Arssarnerit A/S, heilar 218 milliónir krónur í halli.
Bæði feløgini eru fíggjarliga kollsigld.
Sambært Sermitsiaq heldur vánaliga gongdin hjá donsku stórfyritøkuni í Grønlandi fram í ár, og roknað verður aftur í ár við munandi halli.
Høvuðsorsøkin til stóru hallini hjá dóttirfeløgunum í Grønlandi er lufthavnbygningar í Nuuk og lestrarbústaðir í Nuuk og Qaqortoq.
Sermitsiaq heldur, at hallið hjá MT Højgaard í Grønlandi í fjør er tað størsta, sum nakar entreprenørur nakrantíð hevur havt í Grønlandi í eitt ár.