78 ára gamla Pia Kjærsgaard gevst í donskum politikki, tá hetta valskeiðið er liðugt. Hon stillar ikki uppaftur. Hon hevur sitið í Fólkatinginum síðani 1994 Mynd: Claus Bech/Ritzau Scanpix

Pia Kjærsgaard stillar ikki uppaftur til komandi fólkatingsval

Hon varð vald fyrstu ferð í 1984 og gjørdist ein av mest umstríddu politikarunum í Danmark. Nú takkar hon fyri seg.

78 ára gamla Pia Kjærsgaard gevst í donskum politikki, tá hetta valskeiðið er liðugt. Hon stillar ikki uppaftur. Hon hevur sitið í Fólkatinginum síðani 1994 Mynd: Claus Bech/Ritzau Scanpix

Pia Kjærsgaard úr Danska Fólkaflokkinum stillar ikki uppaftur til komandi fólkatingsval og fer sostatt at gevast í donskum politikki, tá verandi valskeið er av. Tað sigur hon í samrøðu við TV 2.

- Avgerðin er tikin, og nú er hon soleiðis, sum hon er, sigur Kjærsgaard.

77 ára gamli politikarin leggur dent á, at avgerðin er hennara egna, og at hon hevur hugsað seg væl um. Hóast hon við sínum egnu orðum heldur tað vera "eitt sindur trupult" við gevast við politikki, so ivast hon "yvirhøvur ikki" í, at tað er rætta avgerðin.

Pia Kjærsgaard kom fyrstu ferð inn á fólkating sum varafólk fyri Mogens Glistrup í 1984 fyri Framburðsflokkin, meðan hann sat í fongsli, men hon gjørdist skjótt til ein av fremstu limunum í flokkinum. Hon fór seinni úr Framburðsflokkinum í 1994 og stovnaði við øðrum Danska Fólkaflokkin árið eftir.

Tey fýra áratíggjuni hjá Pia Kjærsgaard sum politikari á Christiansborg hevur hon staðið á odda fyri Framburðsflokkinum og Danska Fólkaflokkin, hon hevur havt ovurstóra ávirkan á útlendingaøkinum, og í 2015 var hon fyrsta kvinnan, sum er vald sum forkvinna í fólkatinginum. 

1. november 2022 hevur hon verið longst sitandi núverandi limur í fólkatinginum.

 

 

78 ára gamla Pia Kjærsgaard gevst í donskum politikki, tá hetta valskeiðið er liðugt. Hon stillar ikki uppaftur. Hon hevur sitið í Fólkatinginum síðani 1994 Mynd: Claus Bech/Ritzau Scanpix