Pláss til handils- og vinnulívið

Nógvar fyritøkur virka í Tórshavnar kommunu, og aftrat hesum er ein stór arbeiðarafjøld knýtt at hesum fyritøkum. Tískil hevur tað nógv at siga, hvussu vinnan hevur tað.

 

Handils- og vinnulívið skapar ein fjølbroyttan arbeiðsskara og er við til at draga fólk við nógvum ymsum dygdum til okkara kommunu. Hetta ríkar okkum og tryggjar framtíð okkara.

 

Handils- og vinnulívið skal hava sítt pláss til at virka, og skulu umstøðurnar altíð vera góðar, soleiðis at tað kann vaksa og umstilla seg eftir sínum tørvi.

 

  • Vit skulu útvega fleiri tøk vinnustykkir, og møguleikin er at gera hetta í sambandi við nýggja innkomuvegin oman Hjalla
  • Vit skulu altíð hava vinnustykkir tøk í kommununi
  • Tá ið nýggj, størri bústaðarøkir verða gjørd, skulu handilshølir vera ein partur av heildarætlanini - nevnast kann á Hamrinum á Argjum og nýggja útstykkingin við Stórutjørn

 

Við at tryggja okkara handils- og vinnulívi góðar umstøður tryggja vit okkum sjálvum og okkara børnum ein sterkan og fjølbroytnan arbeiðsmarknað við góðum starvsmøguleikum.

 

Tískil er hetta ein sera skilagóð íløga, sum ár eftir ár er við til at tryggja, at Tórshavnar kommuna hevur møguleikan at virka og veita góðar tænastur til allar borgarar.

 

 

 

Við javnaðarkvøðu

 

John av Reyni

 

Valevni hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu

 

##med##